Mentanardagarnir eru nakað serligt fyri fuglfirðingar

Í Fuglafirði spíla tey seg út, nú mentanardagarnir verða um vikuskiftið

- Nú byrja vit at blíva spent. Mentanardagarnir verða settir í dag, og sólin skínur, sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.  

 

Fyrireikingarnar eru nógvar. Vinnulívið, ítróttarfeløg og einstaklingar taka væl undir við mentanardøgunum. Áhugin at luttaka og skipa fyri er vaksandi.

 

Rønn Eliasen heldur, at mentanardagarnir eru sprotnir av ríka mentanarlívinum, sum altíð hevur eyðkent Fuglafjørð.

 

- Vit hava nógvan tónleik, leiklist, myndlist, og tað kemur til sjóndar her. Hetta er okkara arvur, sum vit geva víðari, og samstundis fáa vit nýggj ting at henda.

 

Mentanardagarnir snúgva seg um tilfeingið sum er í býnum.  

 

- Tann mentanin, sum vit arbeiða við í gerandisdegnum, verður víst fram í hesum døgum, sigur Rønn Eliasen.

 

Í nógv ár hava næmingar úr Fuglafjarðar skúla, saman við øðrum skúlum, framført sangleik í Mentanarhúsinum. Búnarnir, sum hava verði brúktir, verða støvaðir av, og næmingar og lærarar úr Fuglafjarðar skúla fara at ganga skrúðgongu til setanina í dag.  

 

Fyrstu árini var tað Frits Johannsen sum skrivaði sangleikirnar, og sunnudagin verður minningarhald fyri listamanninum. Á skránni verða millum annað brot úr leikum, sum Frits Johannesen skrivaði. Bárður og Maria á Lakjuni og Fuglafjarðar gentukór fara at framføra.

 

Í Fuglafirði eru fleiri altjóða fyritøkur. Uttanfyri Mentanarhúsið verður aftur í ár stórur matmarknaður. Fyritøkurnar og onnur borðreiða við sínum vørum.

 

- Mentanardagarnir eru nakað serligt fyri fuglfirðingar. Hetta er ein rúgvismikil skrá, við fleiri fólksligum upplivingum. Huglagið blívur nakað heilt serligt. Eitt nú eru fantastiskar konsertir, sum gera, at fólk eisini koma aðrastaðnis frá.

 

##med2##