Grunnurin fyri Mentanarhús í Klaksvík skipaði í vetur fyri navnakapping til mentanarhúsið í Klaksvík. Heili 60 fólk ymsastaðni frá, sendu inn tilsamans 70 uppskot til navn. Stýrið fyri Grunnin hevur síðani viðgjørt uppskotini á nøkrum fundum – eisini saman við sakkønari hjálp. Og nú er so avgerð tikin um at halda seg til uppskotið hjá Poulinu Slættanes, sum skeyt upp, at mentanarhúsið skal eita Varpið, verður sagt í tíðindaskrivi
Tey siga, at tað var avgerandi at finna eitt navn, sum lætt at minnast, lætt at siga, og sum er serstakt fyri Klaksvík. Varpið er kent staðarnavn í Klaksvík, ið helst stavar frá Nólsoyar Páll. Í dag sæst ikki nógv til Varpið, ella gamla timburhandilin, ella Varpabrúnna. Tó er tað ikki staðarnavnið, sum dentur varð lagdur á, tá ið mentanarhúsið skuldi hava navn.
– Eitt varp kann vera eitt pláss, har fuglur heldur til og eigur. Vit hava mong vørp í Føroyum og tey hava havt stóran týdning fyri fólk, tí tað var ein føðikelda. Varpið kann eisini vera staðið, har listafólk verpa síni egg, og sum fólk kemur at royna, kenna og smakka av. Eisini merkir varp akker. Hetta ber eisini tyngd og góðsku, tí tað ger mentanarhúsið til eitt stað, sum mentan í Klaksvík er ankrað í, tí hon fýkur ikki fyri vág og vind.
Mongu línumenninir í Klaksvík hava brúkt varp ella dregg at halda línuni liggjandi á øki, hon er sett í. Stýrið metir orðið, varpið, at sita væl, er hóskiliga stutt, hevur fleiri gagnir týdningar fyri brúkið av húsinum og ljóðar forkunnugt, samstundis sum tað er kent í Klaksvík í ymiskum brúki, sigur forkvinnan í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.