TINGIÐ viðgerð í løtuni fíggjarlógar-uppskotið hjá sjálvstýrislandsstýrinum. Vit skulu her tríva eitt sindur í mentanarøkið, sum eftir øllum at døma tykist fullkomiliga slept uppá fjall av landsstýrinum.
MEGINGARPARTURIN av meirjáttanina fer til lønir. Tað, sum kemur aftrat, fer m.a. til KT, til økismenning, Mentarnargrunnin. Hóast hetta eru øki, sum hava týdning, so hava tey einki beinleiðis við ta livandi mentanina at gera. Hetta er eitt stórt vónbrot, tá hugsað verður um, at allir landsstýrisflokkarnir gjørdu nógv burtur úr mentanartiltøkum fyri valið og lovaðu stóra hækkingar til tann skapandi partin av mentanina og útinnandi list. Hetta fíggjarlógaruppskotið er ein skríggjandi andsøgn millum øll tey vøkru orðini og veruleikan, tí í roynd og veru eru eingir nýggir pengar komnir til mentarnarøkið.
JÁTTANIN til onkrar mentanarstovnar er hækkað, eitt nú til landsbókasavnið, og tað er gott. Men taka vit so Leikpall Føroya, sum hevur fingið 300.000 kr. aftrat, so ger tað hvørki frá ella til, tí her eru vit við at byggja nakað so týdningarmikið upp á mentanarøkinum, har vit eisini eiga góðar kreftir, men pengar eru nærum eingir, til at fyllar karmin út. Og tá er líka vítt sum sýtt.
VÓNBROTIÐ millum skapandi listafólk má vera nakað stórt, tí tey meira enn nøkur onnur høvdu alla orsøk til at vænta sær nakað av hesum landsstýrinum við einum tjóðveldisflokki á odda, sum ein skuldi trúð nettup hevur mentanina fremst í sínum skjøldri. Teir tosa um føroyskan identitet, samleika ol. Men tað hava teir gloymt alt um, nú fíggjarlógaruppskotið skuldi fáast frá hondini.
TAÐ skal vera vón okkara, at tingfólk í samgonguflokkunum saman við teimum í andtøðuni, sum vilja skapandi mentanini væl, taka seg um reiggj og fáa sett tøl á. Tað ruggar ikki heilt rætt - øðrumegin at tosa um fullveldið Føroyar - og so hinumegin at ganga ímóti einum tí mest týðandi og berandi elementinum í føroyska samfelagnum, teirri livandi og skapandi mentanini. Hetta er einki minni enn eitt paradoks. Og hvussu kann landsstýrismaðurin í mentanarmálum og fyri tað alt landsstýrið sameina láturligu játtaninar til mentanina á fíggjarlógini við tann málsetning, sum samgongan hevur sett sær, nevniliga, at vit skulu hava ein lidnan orðaðan mentanarpolitikk, tá vit fara inn í næstu øld!!!