Mentanarskipið Høganes

Aftur í ár verður skipað fyri framsýningum umborð á Høganesi, sum liggur við bryggjuna í Runavík. Hesaferð er tað Súsanna í Jákupsstovu, sum sýnir fram vevaðar lutir og annað listhandverk

Nú eru eftirhondini nógv ár fráliðin, síðan menn byrjaðu at arbeiða við ætlanunum um Høganes.

Einaferð var ætlanin at skipið stillast uppi á turrum, men tann ætlanin varð slept av tí at tað ikki rættiliga kundi lata seg gera.

Ístaðin var farið undir at umvala skipið, so at tað kundi brúkast til ymisk mentunartiltøk, meðan tað lá í sjónum og hetta vísti seg at vera skilagóð loysn.

Tí síðan Høganes varð tikin í nýtslu, sum »mentunarskip, so hava verið nógv - ymisk og spennandi - mentunartiltøk umborð.


Stórt umvælingararbeiði

Tað er sjálvandi at tað skuldu gerast ábøtur á Høganes, tá skipið varð keypt.

Eitt slíkt skip er ikki innrættað til tað endamálið, sum keypararnir ætlaðu at brúka tað til, og tí skuli ymiskt gerast áðrenn tað kundi takast í nýtslu.

Hetta arbeiði fór í gongd, men tað vísti seg skjótt, at nevndin ikki sá seg føran fyri, at gera alt sum sjálvboðið arbeiðið.

Tískil valdi nevndin at fáa tveir danir til Føroya at gera tey stóru arbeiðini. Teir skiftu ein part av dekkinum, tóku ein part av motorrúminum upp í lastina og gjørdu alt tað soleiðis at lastin kann brúkast til tiltøk av ymsum slag.

Slíkt arbeiðið kostar pengar og tí valdi nevndin at taka upp lán til hesa uppgávuna. Lánið var upp á 300 túsund krónur, men tað er væl og virðiliga afturgoldið.


Samstarv við Norðurlandahúsið

Sum nevnt omanfyri, so er Høganes at rokna sum mentunarstaðið í Runavík.

Páll Rasmussen, sum er formaður fyri Høganesi sigur, at teir hava eitt serstakliga gott samstarv við Norðurlandahúsið.

? Kári Sverrison hevur borið so í bandi, at tá Norðurlandahúsið far vitjan av tónleikagestum uttanífrá, so koma teir eisini inn higar.

? Og somuleiðis hevur hann eitt gott samstarv við Kristian Blak, so hava nógv tiltøk umborð.


Misjøvn undirtøka

Men tað er misjavnt við undirtøkuni. Til okkurt tiltak eru bara einir 15-20 áhoyrarar, meðan tað til onnur tiltøk eru eini 40 til 50 fólk, sigur Páll Rasmussen.

Nú eru ikki bara tónleikatiltøk umborð á Høganesi. Har verður eisini skipað fyri øðrum tiltøkum.

Dánjal Petur Højgaard skipar fyri kvøldum, har eldri fólk koma og greiða frá og so hava teir eisini fingið eitt undirhús umborð á Høganesi.

Fimm dagar um vikuna - teir hava bara »frí« í vikuskiftunum - møtast menninir í Undirhúsinum umborð á Høganes fyri at práta og at spæla kort.

Teir eru umborð á Høganesi frá klokkan 15 til klokkan 19 hvønn gerandisdag, sigur Páll Rasmussen og leggur afturat, at menninir eru sera hjálpsamir tá okkurt skal gerast.

? Teir møtast ókeypis umborð, og so vilja teir fegnir taka eina hond í við okkum og tað munar sera væl.

Ikki eru teir so fáir heldur. Einir 10 12 mans hvørja ferð.

? Teir manna trý borð næstan hvørja ferð, sigur Páll.


Súsanna í Jákupsstovu sýnir fram

Aktivitetsárið umborð á Høganesi endar vanliga á Eystanstevnu.

Tá verður skipað fyri serligari framsýning í samband við stevnuna og í ár verður tað Súsanna í Jákupsstovu sum fer at sýna fram ymiskt listhandverk.

Hon arbeiðir nógv á vevi og tað verða m.a. lutir gjørdir á vevi, sum verða sýndir fram.

Eisini verður møguleiki hjá fólki at koma umborð at fáa sær ein ókeypis kaffi- ella temunn og eina køku afturvið.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið fast nú í fleiri ár.

Páll Rasmussen sigur:

? Vit hava ókeypis kaffi og køkur, men so stilla vit ein kagga fram, sum fólk kunnu lata pengar í, um tey hava hug. Seinasta ár fingu vit umleið 3.000 krónur inn og tað vóru vit sera væl nøgdir við.


Lagaligur rakstur

Tí tað er ikki ókeypis at reka eitt slíkt skip, um enn raksturin hevur verið stak lagaligur.

Talan er um eitt skip sum skal haldast við líka og tað kostar.

? Vit hava verið serstakliga hepnir, sigur Páll Rasmussen.

? Vit hava havt skipið á beding og í teimum førunum hava teir verið sera lagaligir, bæði á Skála og í Havn. Vit hava stórt sæð bara goldið fyri tilfarið.

Í fjør vóru teir noyddir at leggja plátur á dekki á Høganesi, tí tað lak ígjøgnum. Hetta kostaði umleið 60 túsund krónur, men timburhandlarnir vóru sera lagaligir sigur Páll

Skipið fær el frá Runavíkar kommunu og tað eru vit teimum takksamir fyri, sigur Páll Rasmussen.

? Restin av rasktrinum kostar umleið 15 - 20 túsund um árið, og tað klaára vit at fáa til vega.

Tað eru í løtuni einir 200 limir í felagnum og teir gjalda allir limagjald.

Tað vóru fleiri limir í byrjanini, men tá kreppan kom fall talið eitt sindur

Vit ynskja Høganesi góða eydnu við tiltakinum á Eystanstevnu og »góðan byr« framyvir.