Mentanarvika byrjaði væl

Vikuskiftið í Sundalagnum hevur verið eitt av teimum hendingaríku. Alt frá túri út í Stakkin og uppboðssølu, opið hús við á gomlu hvalastøðini við Áir, til fjøltáttaða framsýning til kvøldsetu við forkunnugum fyrilestrum var á skránni.

Mentanarvikan byrjaði leygardagin, tá farið var út í Stakkin. Veðrið var frálíkt og 65 fólk tóku av møguleikanum. Á uppboðssøluni í Tjørnuvík aftaná komu 72.000 krónur í hús fyri teir 15 seyðirnar, sum seldir vórðu.

Sama dag nýttu sera nógv fólk høvi at vitja hvalastøðina við Áir, har Søvn Landsins høvdu ruddað og sett upp framsýning. Avgerð er nú tikin um, at hvalastøðin, sum í langa tíð hevur ligið í andaleypi, nú skal vekjast aftur til lívs, og virka sum eitt savn og upplivingardepil. Hugtakandi var at sýggja hvussu nógva útgerð av stórum og fjølbroyttum maskinlutum bygningarnir hýstu. Enn kendist sniklukturin ramur í onkrum av bygningunum, sum eru so mikið nógvir og tættir, at talan er um eitt rættuligt miljø.

Dagin eftir, sunnudagin, var framsýning í garnhúsinum á Oyri. Henda fevndi um málningar, foto, gagnlist og unikavørur, alt frá pløggum til prýðislutir. 250 fólk vitjaðu framsýningina í gjár, sum eisini hevur opið restina av vikuni millum 18 og 20. Leygardagin og sunnudagin tó 16 til 20.

Tey, sum sýna fram eru Esmar Dahl, Sofus Poulsen, Olga Kruse, Terji Johannesen, Pól Jóhannus Jensen, Asbjørn Dahl, Henny Vík, Sonja Dávadóttir, Rúna Niclasen, Solveig Joensen, Elspa Petersen, Emly Olsen, Olav Schneider, Jacob Fuglø og Jógvan Eli Dam.

Seinni í gjárkvøldið var kvøldseta í Eydnuni á Oyrarbakka. Har greiddi Fanny Kruse frá spennandi tíðini, tá hon og familjan búðu í Dubai, og sjónleikabólkurin Improlmengo hevði framførslu, áðrenn Edmund Joensen og Tróndur Leivsson greiddu frá ætlanini um gróðurseting av stórum øki báðumegin land, norðan- og sunnanfyri brúnna um Streymin.

Mentanarvikan í Sundalagnum heldur á fram til sunnudagin. Í dag er dukkusjónleikur og tónleikaandakt á skránni og skráin fyri mentanarvikuna annars sæst her: www.sunda.fo/get.file