OL
6. september verða Paralympisku leikirnir settir og tá verður Merkið vundið á stong saman við 144 øðrum fløggum.
Heidi Andreasen umboðar Føroyar á leikunum. Hon skal svimja 50, 100 og 400m frísvimjing og 200 m blandað. Hetta er triðja ferðin, at Heidi er við á leikunum, og tær báðar undanfarnu ferðirnar hava úrslitini verið framúr.
Mánadagin fóru Heidi og Kristian Martin til Thailands saman við svenska landsliðnum, sum Heidi eisini hevur verið á venjingarlegu við áður.. Har fáa svimjararnir vant seg vid tíðarmunin og veðrið. Og sjálvsagt fara tey at venja í 50 metra hyli.Síðani fara tey beinleiðis til Beijing.
Í svimjihøllini er pláss fyri 17.000 áskodarum, og helst verður fullsett, tí áhugin fyri svimjingini er ómetaliga stórur, verður sagt.