Merkið veitraði á Kilimanjaro

Sunnudagin 30. januar 2005 náddi Jákup Alberg Berg úr Havn tindin á einum av heimsins hægstu fj øllum, Kilimanjaro í Tanzania, sum við sínum 5.895 metrum er hægsta fjall í Afrika

Tað kavaði, og kuldin var umleið minus 20 stig, tá havnarmaðurin Jákup Alberg Berg náddi tindinum á Kilimanjaro sunnudagin kl. 06.45.

Kilimanjaro í Tanzania er eitt av heimsins hægstu fjøllum og er við sínum 5.895 metrum hægsta fjall í Afrika.

Tey vóru fýra, Jákup Alberg og tríggir danir, sum høvdu sett sær fyri, at klára túrin uppá Kilimanjaro uppá 6 dagar. Túrurin byrjaði mikudagin 26. januar, og tey byrjaðu frá 1.700 metrum.

Um miðnáttarleitið leygarkvøldið byrjaði túrurin upp á sjálvan tindin, teir seinastu knøppu 1200 metrarnir.

Av teimum fýra var tað bert Jákup Alberg, sum gjøgnumførdi túrin upp á tindin.

Jákup Alberg sigur í telduposti, at túrurin var og ótrúliga krevjandi og nógv torførari, enn hann hevði roknað við.