Merkistein við nýggjari fótbóltsbók

Suni Merkistein og Fótbóltssambandið geva í desember út fyrsta av trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna. Fyrsta bind eitur “Teir reystastu dreingir í norðum”.

Í bókini verður greitt frá megintilburðum í føroyskum fótbólti frá upphavi fram til 1960. Søgan tekur við á leið 1890, tá fyrsta fótbóltsfelag í landinum er í umbúna. Tað verður sagt frá øllum royndunum at fáa í lag skipaðar kappingar millum føroysk feløg tíðliga í farnu øld. Tað verður varpað ljós á fyrstu steypakappingarnar og royndirnar við einum fótbóltssambandi longu í 1913 og aftur í 1930. Tað er skrivað um føroysku feløgini, sum verða stovnað hesi árini, hvussu føroyingar fingu samband við útheimin, hvussu samvinnan við Ísland og Hetland tók seg upp longu í 20-árunum, og vit frætta um forvitnisligar vitjanir í Føroyum tey árini.
Eftir at ÍSF varð stovnað í 1939, kemur rættilig ferð á. Í 1942 verður farið undir regluligu landskappingina, og í 1955 byrjar árliga steypakappingin. Hesi árini er fast landsdystarsamstarv við Hetland komið í lag, og tað verður roynt støðugt at víðka avbjóðingarnar. Fyrsta bindið er slakar 400 blaðsíður við myndum, lýsingum av spælarum og undangongumonnum., umframt talvur við úrslitinum frá dystum og kappingum.
Suni Merkistein hevur skrivað bókina, og Marni Mortensen hevur savnað saman fleiri hagtøl.