Edvard Joensen
Írska fiskirannsóknarstovan, Fisheries Research Center, hevur í 1997 merkt makrel í Donnegal Bay.
Endamálið við merkingini er at kanna ferðingina hjá makrelinum í írskum sjógvi umframt at vita, hvussu nógv kemur undan.
Makrelurin, sum merktur er, hevur eitt gult merkið aftan fyri fremstu ryggfjøðurina.
Ein vinningur, sum er ein T-shirt, verður latin fyri hvørt merkið, sum verður latið innaftur.
Funnin merki kunnu latast til:
Mr. Jon Molloy
Marine Institute
Fisheries Research Centre
Abbotstown
Dublin 15
(01-8210111)
ella
Fisheries Laboratory
Killibegs
(073- 31021)