Messi í stríði við Barcelona-forsetan

Lionel Messi kann vera á veg burtur frá Barcelona, eftir at vera komin í stríð við forsetan í Barcelona, Sandro Rosell.

Sambært spanska ítróttablaðnum, AS, er superstjørnan vónbrotin um, at felagið einki hevur gjørt fyri at hjálpa honum undir skattamálinum, ið hóttir við at senda hann í fongsul.

 

Tað skrivar svenska dagblaðið, Expressen.

 

Tað var í juni, at spanska rættarverkið greiddi Lionel Messi frá, at hann fór at verða ákærdur fyri skattasvik í árunum 2006 til 2009.

 

Er dómurin fallandi, kann Messi fáa eina milliónaupphædd í bót - og upp til seks ára fongsul.

 

Messi hevur sagt seg til reiðar at gjalda skattaskuldina, sum liggur um 35 milliónir krónur, men málið kann fáa størri avleiðingar enn sum so.

 

Sambært AS kennir Messi seg gloymdan av felagi sínum, sponsku meistarunum, Barcelona. Blaðið skrivar, at Messi ikki heldur seg hava fingið nóg góðan stuðul frá Barcelona ella frá forsetanum, Sandro Rosell.

 

Stuðulin hevur verið »minimalur«, sigur AS, og eingin frá Barcelona hevur latið frætt frá sær til Messi ella familjuna undir málinum.

 

Vantandi stuðulin skal hava skapt »álvarsligt brot« á viðurskiftini millum Messi og Rosell, og tað kann koma katalanska felagnum aftur um brekku.

 

AS sigur, at tað nú fyri fyrstu ferð síðani Messi kom til Barcelona, er ein veruligur møguleiki fyri, at onnur stórfeløg kunnu lokka spælaran, sum er skýrdur sum heimsins besti fimm ár á rað, til sín.

 

Lionel Messi skal fyri rættin 17. september, sama dag, sum bólkaspælið í Champions League byrjar.