Øgiliga lønin hjá fóbóltsstjørnuni Lionel Messi í FC Barcelona fær spanska fólkið at øtast.
Tað er blaðið Mundo Deportivo, sum hevur fingið fatur á sáttmálanum hjá argentinanum. Blaðiðskrivar, at Messi tjenar umleið eina milliard krónur um árið í núverandi fýra ára sáttmálanum.
Messi setti í 2017 navn sítt á ein sáttmála, um gongur fram til summarið 2021, og sum tilsamans er verdur 555.237.619 evrur. Tað svarar til fýra góðar fýra milliardir krónur, 4.129.000.000 krónur.
Tað svarar til góðar 86 milliónir krónur um mánaðin – ella hálv millión um tíman.
FC Barcelona váttar óbeinleiðis, at talan er um rætta sáttmálan, sum blaðið hevur almannakunngjørt.
Á heimasíðuni hjá felagnum skrivar Barcelona, at talan er um eitt privat skjal.
Felagið frísigur sær alla ábrygd av, at Mundo Deportivo hevur fingið fatur á sáttmálanu, og at tey eru til reiðar at taka rættarlig stig, um almannakunngerðin verður atvold til skaða.
Samstundis ger felagið greitt, at tað stuðlar Messi og vísir til, at søgan kann skaða umdømið hjá argentinanum og viðurskifti hansara við felagið.
Á sumri í 2020 royndi Lionel Messi at sleppa burtur úr sáttmálanum við FC Barcelona eftir ósemju og orðakríggj við táverandi venjaran Josep Maria Bartomeu.
Áleyparin, sum hevur spælt alt sítt vaksna lív í Barcelona, slapp tó ikki úr sáttmálanum.
Barcelona stríðist við vánaliga fíggjarstøðu, sum millum annað hevur merkt, at Messi og liðfelagar eru farnir niður í løn.
/ritzau/