HETTA er tíðin, tá messur - framsýningar og ráðstevnur - verða hildnar heima sum burturi. Hetta vikuskiftið er stór sølumessa fyri heilsølur í ítróttarhøllini í Havn. Hesar royna at vísa fram stórt og fjølbroytt úrval av alskyns vørum og tænastum. Áhugin fyri slíkari messu tykist stórur og vaksandi hyggja vit eftir mongu luttakarunum. Í dag fer eingin minni enn vinnumálaráðharrin at seta messuna.
Í hesum døgum eru eisini messur í útlandinum, har føroyingar luttaka. Hesa vikuna hevur fiskarímessa verið í Íslandi, har stórt tal av føroyskum virkjum hevur verið við. Her hava føroysk virki gott høvi til at vísa umheiminum, hvat vit hava at bjóða uppá. Tá hugsað verður um, hvussu fá vit eru, so má sigast, at tað er ótrúligt, hvussu nógv kemur burtur úr og hvussu fjølbroyttir vit eru, tá talan er um at lata vørur og tænastur til fiskivinnuna. Tungvektarar røkka frá Oilwind í Miðvági til Vónina í Fuglafirði. Frá snellu til trol. Slík stór fiskarímessa gevur so eisini føroyingum, sum hava sítt dagliga yrki í fiskivinnuni, møguleika at síggja, hvat aðrir hava at bjóða. So ein kann siga, at slík messa tænir mongum endamálum. Og hóast tú ikki altíð kann máta úrslitið beinanvegin, eru slíkar messur við til at skapa kontaktir, sum kanska eru tað týdningarmesta. At vit føroyingar kunnu gerast umboð fyri útlendska framleiðslu her í Føroyum er so eisini ein partur av hesum at fara á messur. Tað er eisini sera týdningarmikið, at vit sleppa undan dýrkandi millumhandlarum í øðrum londum. Nettup orsakað av okkara geografisku fjarstøðu hendir tað oftani, at handilsfólk í øðrum londum leggja seg millum framleiðara á meginlandinum og keypara í Føroyum sum eitt dýrkandi millumlið. Tað er hetta vit eiga at sleppa undan, og átti hetta eisini at verið meira miðvísur politikkur frá ikki bert vinnuni men frá almennari síðu eisini. Her eiga Vinnumálstýrið og landsstýrismaðurin at strongja á soleiðis at tað er almennur politikkur at sleppa undan dýrkandi millumliðum í Danmark og aðrastaðni.
OG tað er við sama hugburði, at vit eiga at møta upp á øðrum messum, eitt nú á oljumessum. Longu í næstu viku fara ikki færri enn umleið 150 føroyingar á altjóða oljumessu í Skotlandi. Hetta kann ljóða øgiligt, og er tað eisini. Men neyvan er hetta so nógv øðrvísi enn tað vit hava upplivað áður, tá talan hevur verið um forvitnisligar messur. Her er so eisini talan um nakað nýtt, og nakað, sum boðar frá eini nýggjari tíð her á landi. Føroyskur ídnaður hevur gjørt greitt, at hann ynskir at vera við, tá ein møgulig oljuvinna tekur seg upp her heima. Frá almennari síðu er tað eitt ynski,at oljuvinnan brúkar føroyskar vørur og tænastur í tann mun hesar eru kappingarførar. Luttøka á oljumessu sum hesari er so eitt lið í royndini at gera seg kappingarføran og at fáa knýtt samstarv við útlendsk feløg. Eisini hava okkara oljumyndugleikar brúk fyri at kunna um komandi útbjóðing.