MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur aftaná skatt í 2025

Nógv virksemi var á MEST í fjør við eini nettosølu uppá 665,9 mió kr. Framgongd var á øllum virkisøkjum og hevði felagið eitt avlop uppá 28,8 mió. kr. eftir skatt.

Tíðindaskriv 11 mars 2026:

 

Í MEST samtakinum starvast 600 starvsfólk - harav 67 lærlingar.

 

– Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri 2025, sigur Mouritz Mohr stjóri á MEST.

 

– Skulu vit megna at átaka okkum stórar verkætlanir, sum eitt nú at gera íløgu í eina nýggja dokk og aðrar størri uppgávur fyri okkara kundar, krevst ein sterk og væl skipað fyritøka. Tí gleðir tað meg serliga, at árið hepnaðist væl á øllum virkisøkjum í MEST samtakinum.”

 

MEST er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningi á 178 milliónir krónur og einum soliditeti á 41,8%.

 

Dótturfelagið PAM Offshore Service hevði somuleiðis eitt nøktandi ár í 2025. Nógvar áhugaverdar verkætlanir hava verið og eru fyri framman, eitt nú hesar.  

 

Lívfiskastøð í Svínoy – el og stýrisskipanir frá MEST

MEST hevur ein týðandi leiklut sum veitari av el og stýrisskipan til at umbyggja støðina frá rognkelsistøð til lívfiskastøð hjá Bakkafrost í Svínoy. Talan er um eina umfatandi verkætlan. Arbeiðið verður liðugt í vár.

 

NB118 Nýggjur frystitrolari Dunga Jákup M/tr

Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum fáa møguleikan at varðveita skipasmíð sum handverk og serliga gleðiligt er tað, at vit eru kappingarfør við okkara grannatjóðir.

 

Verksmiðjan á Norðborg M/tr skiftast út

MEST vann í fjør verkætlanina við útlendskar skipasmiðjur um arbeiðið og er talan um eina umfatandi verkætlan.  

 

Føroya størsta tvíkilja til MOWI

Í september í fjør undirskrivaðu MOWI og MEST avtalu um bygging av eini tvíkilju, sum er 24 metrar long og 12 metrar breið. Tvíkiljan verður latin á vári í 2027. Alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum, eisini skrokkurin.

 

Burðardygd

Eins og í 2024 hevur MEST fyri 2025 gjørt eina ársfrágreiðing um burðardygd.

 

Nýggj turrdokk

Arbeiðið uppá nýggju turrdokkina er komið væl áleiðis og gongur verkætlanin eftir ætlan. Sambært tíðarætlanini verður arbeiðði liðugt í oktober 2026. Dokkin er 150 metrar long, 33 metrar breið og 11,5 metrar djúp. Fleiri útlendsk og føroysk skip hava longu biðið um pláss.

 

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn, á Skála, framleiðsluvirkið í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

 

“2026 verður eitt hendingaríkt ár. Kappingin er hørð, og tí arbeiða vit miðvíst við at styrkja okkara tænastustøði og veitingar og leggja dent á at menna okkara starvsfólk. Vit fegnast um at okkara átøk bera ávøkst, og at alsamt fleiri kundar velja MEST sum veitara,” sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

 

 

 

 

 

Blíðar heilsanir

 

P/F MEST