Í dag vóru knappliga 70 tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya, og tað mesta var frá einum línuskipi, sum hevði roynt undir Íslandi.
Mest var av toski á uppboðnum, knappliga 25 tons. Toskur II fór fyri 15,02 krónur í meðal, toskur III fyri 13,82 krónur, og toskur IV fekk meðalprísin 13,01 krónur fyri kilo.
Góð 20 tons vóru av brosmu, og næstan øll brosman fór fyri 9,00 krónur kilo. Góð 12 tons vóru av longu. Longa II fór fyri 12,36 krónur og longa III fyri 10,26 krónur í meðal.
Knappliga 10 tons vóru av hýsu. Meðalprísurin á hýsu II var 13,48 krónur og á hýsu III 12,85 krónur.
Tey 68 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 800.000 krónur.