Sum tað sæst á myndunum er talan um sera stórar stálkonstruksjónir, sum MEST fer at seta saman á bryggjuni á Skála komandi vikurnar.
Lesið eisini: Hetta er eitt nýbrot
Talan er um tríggjar lokaðar ringar upp á 15.000 rúmmetrar, sum verða uppbygdir við eini rundari stálkonstruksjón og eini sterkari presending.
##med2##
Innilokaðu ringarnir verða settir út í Sørvágsfirði og skulu ætlandi verða til við til at minka um vandan fyri laksalús.