Met í brotsspørkum

Sveisarar fingu trý brotsspørk í ellivu minuttir, teir skoraðu hvørja ferð og øktu tískil úr 2?1 og til 5?1

Tað kemur næstan ikki fyri í altjóð fótbólti, at eitt lið fær trý brotsspørk ísama dysti, og tað er heilt sjáldsamt, at dómarin innanfyri ellivu minuttir tríggjar ferðir dømir brotsspark til sama liðið.

Men soleiðis var tað í Sveis leygardagin. Heimaliðið fekk brotsspark í 42., 45. og í 53. minutti. Føroyingarnir hildu seg ikki kunna siga nakað um brotsspørkini, sum vórðu dømd ímóti John Petersen og Jens Kristiani Hansen, men teir iðraðu seg um óneyðugu støðurnar, sum bóru brotsspørkini við sær.

Síðsta brotssparkið varð dømt ímóti Allani Mørkøre. Tann dómin hildu føroyingarnir vera burturvið. Í fyrra lagið tí teir hildu, at tað var mótstøðumaðurin, sum rann inn í Allan Mørkøre og í seinna lagið, tí teir mettu, at samanbresturin var uttanfyri brotsteigin.

Kubilay Türkyilmaz skoraði allar tríggjar ferðirnar. Harvið gjørdi sveisarin, sum hevur ættarbond til Turkalands tað, sum teir rópa reint hattrikk í ellivu minuttir. Tað er í sær sjálvum sjáldsamt, og tað er sera rár hending at gera reint hattrikk upp á brotsspørk og upp á so stutta tíð. Hesin maðurin hevur spælt 53 landsdystir fyri Sveis, og málini leygardagin vóru nummar 28, 29 og 30.


Glaður venjari

Venjarin hjá sveisiska landsliðnum eitur Enzo Trossero. Sum vera man so skein hann sum sólin eftir dystarlok. Hann ásannaði, at tað var ein stórur skelkur, tá Føroyar kom á odda, men annars tosaði hann mest um, hvussu avrikið leygardagin kann brúkast á útivølli ímóti Slovenia í morgin:

? Eg eri sera væl nøgdur við álopsspælið. Okkara menn fluttu seg nógv og skjótt, og tað skulu teir eisini gera í Slovenia, segði væl hýrdi venjarin.

Um brotsspørkini segði venjarin, at hann mintist eina ferð áður, at eitt lið hevði fingið trð brotsspørk í sama dysti.

? Tað var í kappingini um suðuramerikanska meistaraskapin, at Argentina fekk trý brotsspørk. Munurin frá teimum og til okkara var, at sami maður hjá teimum royndi allar ferðirnar, og hann misnýtti hvørja ferð, brosaði venjarin.

jm/jh