Í dag fer kappróðrarárið 2020 av bakkastokki í Klaksvík, og tey eru mong, sum við spenningi hava sæð fram til henda dag.
Í fyrstu atløgu bleiv kappróðrarárið avlýst vegna korona, men tann 9. mai komu endaligu boðini um, at róðrarárið bleiv veruleiki hóast alt, og at tað verður við metstórari luttøku.
Forkvinnan fegnast
Annika V. Dalsgarð er forkvinna í Róðrarsambandi Føroya, og hon er fegin um, at undirtøkan fyri kappróðrinum er so stór í ár.
- Eg haldi faktisk, at vit hava metstóra luttøku í ár. Ikki færri enn 92 bátsmanningar hava melda til róðrarárið í ár. Nakrir hava so melda frá til Norðoyastevnuna, men tað er púra vanligt, sigur Annika V. Dalsgarð.
Hon sigur, at tað tykist sum um, at fólk hugsa øðrvísi í hesum koronatíðum.
- Nú hevur til dømis so at siga øll ferðing uttanlands verið avlýst í drúgva tíð, og tað hevur skapt rúm fyri øðrum virksemi. Eisini hava føroysk ítróttarlið avlýst luttøku í kappingum uttanlands í summar, og tí hava ungdómar fingið tíð til at fara í kappróðrarbátarnar. Søgan vísir okkum eisini, at tá ið tað er kreppa í Føroyum, so økist luttøkan í kappróðrinum, sigur forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya.
Framgongd í næstan øllum bátastøddum
Tað er ikki bara í einstøkum bátastøddum, at fleiri bátar enn vanligt hava boðað frá luttøku.
- Tað er faktisk yvir ein kamb, at fleiri bátar hava meldað til enn vanligt. Einasta undantakið er 10-mannaførini, sum eru færri í tali enn í fjør. Hinvegin eru 8-mannaførini fleiri enn vanligt seinnu árini, og hetta er eitt mynstur, sum vit kenna aftur frá árunum frammanundan. Eru nógv 8-mannafør við, so eru fá 10-mannafør, og umvent eru tað nógv 10-mannafør við, so eru fá 8-mannafør við, sigur Annika V. Dalsgarð.
Forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya fegnast eisini um, at bátar og manningar koma úr so at siga øllum økjum í landinum.
- Einasta økið, har einki virksemi er, er Sandoyggin, men har hevur eingin kappróður verið í nógv ár. Men taka vit til dømis Suðuroynna og Sørvág, so vóru tað fyri fáum árum síðani øki við lítlum kappróðrarvirksemi, men so hevur man gjørt eitt munagott arbeiði við at halda barnamanningum til, og nú eru hesi øki sera virkin og hava góð úrslit, sigur hon.