Ómetaliga gott ferðasamband á Ovastevnu

Fólk, sum ætla sær á Ovastevnu um vikuskiftið, nýtast á ongan hátt at verða bangin fyri at stranda í Nólsoy. Strandferðslan hevur gjørt sær stóran ómak við ferðaætlanini, og bæði Ritan og Ternan sigla í pendulfart alla náttina

Ovastevnan byrjaði í smáum í 1993 við nøkrum fáum tiltøkum og nøkrum fáum vitjandi. Árið eftir kjakaðust nólsoyingar um, antin stevnan skuldi haldast hvørt ár, ella rættari var at halda hana annað hvørt ár. Endin varð, at stevnan eisini varð hildin í 1994, og síðani hevur ikki verið helmað í.

Í ár er sostatt 16. árið, at Ovastevna – sum fyrstu árini varð kallað Ovasøka – verður hildin.

Byrjaði stevnan í tí smáa, so má sigast, at hon hevur vaksið seg stóra og umfatandi. Ilt er at gera neyv hagtøl yvir vitjandi á Ovastevnu, tí tað er ikki einans Strandferðslan, sum flytir fólk um fjørðin.

- Vit meta, at tað vóru eini 5.000 fólk í Nólsoy á Ovastevnu í fjør. Strandferðslan flutti eini 3.500 fólk, og hinir bátarnir áleið 1.000. Hartil kemur so regattafólkið, sum vit mettu til einari 400-500, so tilsamans eini 5.000 fólk, sigur ein av fyrireikarunum, Nicolaj Falck.

Tað hevur verið ein trupulleiki hini árini við flutningi av stevnugestum um fjørðin, og serliga illa hevur staðið til fríggjakvøld, tá Strandferðslan er givin at sigla á miðnátt. Men í ár er sanniliga vent í holuni.

- Ein orsøk til, at Strandferðslan í ár er so positivt sinnað móti Ovastevnuni kann vera orsakað av, at umsitingin er flutt út á bygd. Tað er í hvussu er mín fatan, at umsitingin í nógv størri mun skilir okkara ynskir um eitt gott ferðasamband á stevnuni, sigur Terji Rasmussen, sum hevur staðið fyri samskiftinum við SSL.


Í pendulfart

Tey, sum kenna til ferðaætlanirnar undanfarin ár, munnu helst øtast, tá tey síggja ætlanina fyri stevnuna í ár.

Ikki bert siglir Ritan meiri ella minni í pendulfart báðar dagarnar, men frá klokkan 19.30 leygardag hevur Strandferðslan eisini sett Ternuna inn í siglingina soleiðis, at bæði skipini sigla í pendulfart alla náttina heilt fram til klokkan sjey á morgni.

- Ferðaætlanin er fantastiska góð, og vit vænta avgjørt fleiri fólk á stevnuna við einari slíkari ferðaætlan, sigur Jákup av Skarði, formaður í Stuðulsevndini fyri svimjihyl í Nólsoy.

Um sjálva ferðaætlanina kann stutt sigast, at fríggjakvøldið verður siglingin ikki steðgað á miðnátt, men ein túrur verður gjørdur úr Havn klokkan 01, og síðani verður ein steðgur til tveir túrar verða gjørdir aftrat, ávikavist klokkan 04 og 05.

Leygardagurin, sum er tann heilt stóri stevnudagurin, verður vanlig ferðaætlan fram til klokkan 19. Síðani verður Ternan sett inn í siglingina aftrat, og síðani gongur ikki meiri enn tími ímillum túrarnar, oftani minni. Og tað heldur sum nevnt fram heilt til klokkan sjey sunnumorgunin.

So ongum nýtist at óttast fyri at stranda í Nólsoy á Ovastevnu, og tey, ið ynskja at kunna seg gjølligari um ferðaætlanina um vikuskiftið, kunnu fara inn á heimasíðuna hjá Strandferðsluni, ssl.fo.