Týsdagin tók oljuprísurin størsta kavið – mált í dollarum – í 18 ár. Hetta hendi, eftir at Ben Bernanke ávaraði móti avleiðingunum av høga oljuprísinum – eitt nú vandamiklu blandingini av hækkandi inflatión og minni búskaparvøkstri. Prísfallið var yvir níggju dollarar fyri tunnuna, soleiðis at ein tunna kostaði 135,92 dollarar. Mikumorgunin var prísurin tó aftur komin upp á 138 dollarar fyri tunnuna. Fríggjadagin í farnu viku setti oljuprísurin nýtt met. Tá kostaði ein tunna á leið 147 dollarar.