Methiti í Grønlandi bræðir innlandsísin

Týsdagin bráðnaði so nógvur ísur í Grønlandi, at hann kundi fylt eitt øki fýra ferðir so stórt sum Danmark við fimm sentimetrum av vatni

Copernicus Sentinel-2 Imager Eu/Reuters/Ritzau Scanpix

Granskarar hava hesa vikuna skrásett ógvusliga bræðing av ískápu Grønlands eftir methita í eystara parti av landinum.

 

Tað skrivar The Guardian í gjár.

 

Hitini er komin allan vegin inn til miðu Grønlands og innlandsísin, sum bara týsdagin misti 8,5 milliardir tons av ísi. Tað vísa dátur frá polarportal.dk, sum danskir stovnar sum DMI og Geus, sum granska í Arktis, reka.

 

Umfatandi bræðingin er so stór, at tað hevði verið nóg mikið til at dekka eitt øki næstan fýra ferðir so stórt sum danmark í fimm sentimetrum av vatni.

 

Hósdagin bráðnaðu 8,4 milliardir tons ísur, og bræðingin hevur hesa vikuna ligið á »einum høgum støði«, sigur Marco Tedesco, sum granska í jøklum hjá Columbia University og hjá amerikonsku rúmdarumsitingini Nasa.

 

##med2##

 

– Tað fer eftir øllum at døma at broyta yvirflatuna í Grønlandi, tí tað er við til at seta ferða á bræðingina í framtíðini og harvið eisini at heimshøvini hækka, sigur hann við The Guardian.

 

Marco Tedesco greiðir frá, at eitt hátrýst í løtuni sýgur heita luft úr suður »sum ein dustsúgvari« og heldur henni yvir landnyrðings partinum av Grønlandi.

 

Tað førdi mikudagin til, at skrásettar vóru 18,8 stig hiti í økinum, sum er hægsti hiti, sum nakrantíð er máldur í økinum.

 

##med3##

 

– Vit hava áður sæð slíkar atmosferiskar hendingar, men nú vara tær bæði longri og eru títtari, sigur Marco Tedesco.

 

Hann vísir á mannaskaptar veðurlagsbroytingar sum høvuðsorsøk.

 

Grønlendska bræðingartíðarskeiðið varir vanliga frá juni til august.

 

##med4##

 

Sambært DMI eru tað síðani juni bráðnað meira enn 100 milliardir tons ísur í Grønlandi. Og sjálvt um bræðingin er minni enn metaárið í 2019, so ávirkar heita veðrið eitt nógv størri øki í ár.

 

– Tað er trupult at siga, um metnógur ísur fer at bráðna í ár, men tað er sera nógv heit luft yvir innlandsísinum, sum førir til heilt ótrúligas stóru bræðingina, sigur Brad Lipovsky, sum er glaciologur við University of Washington, við The Guardian.

 

##med5##

 

##med6##

 

/ritzau/

 

Copernicus Sentinel-2 Imager Eu/Reuters/Ritzau Scanpix

Copernicus Sentinel-2 Imager Eu/Reuters/Ritzau Scanpix

Copernicus Sentinel-2 Imager Eu/Reuters/Ritzau Scanpix

Copernicus Sentinel-2 Imager Eu/Reuters/Ritzau Scanpix