Týska fótbóltslegendan, Gerd Müller (myndin) skeyt 68 mál fyri tað vesturtýska landsliðið í 62 landsdystum. Hetta varð í tíðarskeiðnum 1966-1974. Eitt ótrúligt met, og samstundis eitt snitt uppá 1,10 mál pr. landsdyst. Í hesum tíðarskeiðnum megnaði Gerd Müller at vinna HM-gull, EM-gull og HM-bronsu við tí vesturtýska landsliðnum.
Málsnittið uppá 1,10 mál pr. landsdyst verður neyvan tikið í bræði, men nú er líkt til, at Miroslav Klose fer at sláa málmetið hjá Gerd Müller. Í tí ótrúliga 4-4 javnleikinum millum Týskland og Svøríki megnaði Miroslav Klose at skora tvey mál, so hann nú er komin uppá 67 mál fyri Týskland. Hetta er tó í 126 landsdystum, og er tað eitt snitt uppá 0,53 mál pr. landsdyst. Til stuttleikar kann nevnast, at tvey av málunum hjá Miroslav Klose eru skotin ímóti Føroyum.
Tað er annars sera heppið fyri Týskland, at Miroslav Klose spælir fyri tað týska landsliðið, tí øll familjan hjá honum er úr Póllandi. Mamman, Barbara spældi enntá á tí pólska landsliðnum, har hon vardi tað pólska málið í 82 landsdystum. Konan hjá Miroslav Klose, Sylwia er eisini úr Póllandi. Miroslav Klose kom til Týsklands at búgva, sum átta ára gamal, og tað hevur verið sera heppið fyri týskan fótbólt.
Pápin, Josef Klose varð eisini fótbólts-yrkisspælari, bæði í Póllandi og í Fraklandi.
Miroslav Klose, sum er 34 ára gamal spælir í løtuni í italska felagnum, Lazio, har hann hevur skotið 18 mál í 33 dystum.