In.fo skrivaðu í vikuskiftinum, at Erla Kongsdóttir setti nýtt met hjá 5-mannaførum við kvinnum. Sum vikuskiftið er liðið, eru fleiri, ið hava sett spurnartekin við, hvørt hetta er rætt og hava eftirkanna tíðirnar nærri, við hjálp frá kappróðrarfilmunum hjá kvf.fo. Nú er nógv, ið bendir á, at klokkan var sett alt ov seint í gongd í róðrinum hjá 5-mannaførum við kvinnum, kanska heili 16 sekund ov seint.
Tað er tí líkt til, at Erla Kongsdóttir, hóast tær vunnu ein trivaligan sigur á Eystanstevnu, ikki settu nýtt Skálafjarðarmet.
Hetta hevur elvt til nakað av kjakið í kappróðrarumhvørvinum, har fleiri royndir kapprógvarar fýlast á, at tað er alt ov ofta, at uppgivnu tíðirnar ikki eru rættar. Samanberingar millum einstakar róðrar er nóg torfør sum er, tá ymisk longd, veður og vindur spæla ein leiklut, siga tey, og óneyvar tíðir grugga myndina enn meiri. Alt tos um met verður nyttuleyst, tá tíðirnar ikki eru eftirfarandi.
Niðurstøðan má vera, at allar tíðir í kappróðri skulu takast við fyrivarni og at ilt er at samanbera tíðir millum róðrar, stevnur og ár.