Føroysk luttøka í Grand Prix kappingini, tí donsku, er sum lundi á jólanátt og kann teljast á einari hond, ella rættari, tveimum fingrum. Í 1979 luttók Annika Hoydal og harkalið við sanginum Aldan. Talan var tá um alernativa kapping, har Grønland eisini luttók. Í ár luttók Pætur við Keldu við sangi sínum "Som en drøm". Hann luttók á jøvnum føti við hinar luttakararnar. Hevði sent inn, eins og fleiri enn 600 onnur í Danmark. Pætur endaði á einum flottum 5. plássi.
Nógv er sagt og skrivað um føroysku luttøkuna, men nú eini 14 dagar eru síðani kappingina, og prixaldan er við at leggja seg, hava vit vent okkum til nøkur fólk, fyri at biða tey hyggja í bakspeglið og meta um. Vit hava vent okkum til nøkur fólk, ið hava eitthvørt við føroyska tónleikaheimin at gera og sum tískil mugu metast at hava eina viðkomandi meining og meting. Vit hava biðið tey meta um føroysku luttøkuna og avrikið hjá Pæturi við Keldu.
Teitur Lassen
Eg haldi, at sangurin hjá Pæturi var sera góður - hann var mín persónligi favorittur. Men eg haldi tó ikki, at sangurin kundi vinna Dansk Melodi Grand Prix 2002. "Som en drøm" er sera væl komponeraður og framførdur, men hann var tó ov stillur og fittur til at vinna. Eri tó sera glaður fyri Pætursa luttøku, og at hann kom so langt við tí hann stendur fyri. Eg hevði atkvøtt hann sum nr. 1 vegna mín smak og eg gitti, at hann samanumtikið bleiv nr. 3, eftir at eg hoyrdi øll løgini.
Rúna á Heygum
Ikki sørt, at eitt tár vann sær fram í eygnakrókinum, tá eg rúnarbundin og við andakt sat og hugdi at Pæturi við Keldu, ið saman við systir síni framføra prix-lag sítt. Eitt avbera gott lag, og orð, ið góvu framførsluni hjá Pæturi ta heild, ið sjáldan er samansjóvað. Tað vil siga, at persónurin, lag, orð og framførsla vóru beinleiðis í trá við hvørt annað, og ikki er altíð, at hetta hongur saman. Pætur framsetti her eitt vakurt lag - væl sungið - við orðum sum fløva. Harumframt dugdi hann at bera øllum á pallinum, soleiðis at hetta bergtók áhoyraran frá byrjan til enda.
Uttan at blanda politikk millum Danmark og Føroyar saman við tónleiki, burdu vit í Føroyum og Grønlandi sjálvandi havt okkara egnu luttøku í altjóða Prix- tiltakinum, líkasum vit kunnu luttaka í ítrótti á altjóða støði. Men luttøkan hjá Pæturi er ein varði á vegnum.
Niels Uni Dam
Eg haldi, at Pætur kláraði seg framúr væl, hann sang betur enn teir flestu, um ikki allir hinir luttakararnir. Sangurin var stak penur, mær dámdi hann væl. Hann hevði ótrúliga dámliga og friðsæla útstráling á pallinum. Eg bleiv satt at siga eitt sindur heitur um hjartað. Tó haldi eg ikki, at ein føroyingur hevur nakað at gera í hasi kappingini. Eg haldi veruliga ikki, at tað ber til at umboða føroyingar undir donskum flaggi. Høvdu føroyingar havt møguleika at atkvøtt, og hevði Pætur kunna sungið undir føroyskum flaggi í einari møguligari finalu, so hevði talan verið um virðing fyri tjóðini Føroyar. Sum nú er, lat Pætur danir snúlta uppá føroyska mentanarskattin.
Gunhild Andreasen
Leygarkvøldið 9. februar 2002 fekk eg endaliga staðfest fyri mær sjálvari, at danir eru eitt av teimum mest ómusikalsku fólkaslagnum í heiminum. Eg minnist í fjør, júst um hetta leitið, tá eg og vinkona mín sótu úti á Nørrebrúgv, og hugdu at danska Grand Prixnum. Ja, til eitt satt vónbrot, tí øll tey uppskotini, vit høvdu frammi, vóru als ikki tikin við í metingarnar. Tó kom eitt av okkara uppskotum víðari, men gjørdist bert nummar fimm, júst sum Pætur við Keldu. Men lat tað fara, tað var ikki uttan orsøk, at Sasha Dupont, ið var ein av dómarinum, gav Malenu við sanginum " Vis mig hvem du er ", eitt vánaligt skoðsmál. Men Malena sjálv er ein fragd fyri oyrað at hoyra, hon er ein av teimum bestu jazzsangarinnunum, ið danir eiga - eg havi hoyrt tað sjálv. Men sjálvandi, ja sjálvandi, leggur tað núverandi altjóða Grand Prixið ikki upp til jazztónar, men í staðin til lættisoppa popptónleik, eg veit ikki ein gang, um ein kann kallað tað popp, men sjangran er ræðulig. Vit eiga at verða stolt av Pæturi og hansara dygdum, bæði sum sangskrivara, tónleikara, sangara og hansara hátt at framføra sangin uppá. Tað er eitt kynstur. Framferðarhátturin var livandi, dynamiskur og sannførandi og sangurin var yndisligur og forteljandi og bar brá av jazztónum, sum ikki er serliga " in ", tá vit tosa um Grand Prix í nýggjari tíð, tí fekk hann slíka lagnu.Vit mugu heldur ikki gloyma systur hansara, ið við sínum sangevnum gav sanginum meira fyllu.
Tað er bara at vóna, at aðrar tónleikagreinar fáa innivist í altjóða Grand Prixnum, tí nú er tað á einum alt ov vánaligum støði, at man nærum situr á nálum og rodnar og spyr seg sjálvan, brúkti eg aftur í ár tíð uppá hetta her?. Men vit vóna jú øll, at tað gerst betur, og tí hyggja vit og lurta spent hvørja ferð, ja ár eftir ár - men enn havi eg ikki fingið eitt "aha upplivilsi" síðan ABBA tók heimin við stormi.
Ólavur Hátún
Eg sá bert leysliga í sjónvarpinum. Men eg fekk eitt dámligt intrykk og fegnaðist um úrslitið. Pætur kláraði seg væl og tað kendist inniligt. Tað er einki at taka seg aftur í, at hann hevur evnir. Nú er hatta ikki júst tað slag av tónleiki, eg fáist við, men eg meti, at hatta var gott og hevði ongar bíligar effektir. Ektað og hjartaligt og sum føroyingur eri eg glaður.