Metingin: B36

B36 telist millum fremstu avbjóðararnar, tá peikast skal á FM-vinnaran anno 2007. Fysiskt er B36 fleiri fet frammanfyri hini liðini, og verjuparturin er framvegis sterka síðan hjá teirra.
Stóra uppgávan hjá nýggja venjaranum verður at fáa gongd á álopið, sum tykist at vera ógvuliga tunt. Eydnast tað kann tað vera sera trupult at steðga teimum.