Hagstovan skrivar á heimasíðu sínari, at arbeiðsloysið í juni mánaði var 1,1%. Arbeiðsloysið verður roknað í mun til arbeiðsfjøldina, ið eru tey, sum eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, tvs. annaðhvørt hava eitt arbeiði ella eru arbeiðsleys. Vanliga verður arbeiðsfjøldin roknað millum 15-74 ára gomul, men av tí at bert 16-66 ára gomul kunnu fáa stuðul vegna arbeiðsloysi, verður arbeiðsfjøldin avmarkað til henda aldursbólk, áðrenn prosentið verður roknað. Hjá mannfólki er arbeiðsloysið 0,8%, meðan tað hjá konufólki er nærum dupult so stórt, 1,4%. Øll trý tølini eru tó enn einaferð søgulig botnmet.