Metmaðurin mikli

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Fróði Benjaminsen kundi staðfesta enn eitt met í føroyskum fótbólti, hóast tap í dag

Veteranurin hjá HB, Fróði Benjaminsen eigur enn eitt met í føroyskum fótbólti.

 

Í fjør gjørdist Fróði Benjaminsen søguligur við flest landsdystum fyri føroyska fótbóltslandsliðið. 86 eru dystirnir Fróði hevur leikt fyri Føroyar.

 

Í dag tók Fróði Benjaminsen metið frá Heðini á Lakjuni við at verða tann leikarin, sum hevur leikt flestar dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Fróði Benjaminsen hevði at siga í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2, aftaná HB hevði tapt 3-4 ímóti NSÍ á heimavølli í dag. Fróði Benjaminsen heldur, at teir í HB gjørdu alt ov nógv mistøk, og tað kostaði.