Sunnukvøldið fór næstformaðurin í norska Javnaðarflokkin, Trond Giske, frá, eftir at fleiri kvinnur seinastu tíðina hava ákært hann fyri ónærisligan atburð og kynsligan ágang. Hann noktar fyri, at hann hevur gjørt nakað skeivt, men mongu ákærurnar hava kortini kosta honum hendan álitissessin.
Nú hevur sonevnda #metoo-rákið eftir øllum at døma eisini rakt danska Javnaðarflokkin. Ein limur í regionsráðnum í norðurjyllandi er farin úr flokkinum, samstundis sum ákærur eru reistar móti honum um ósømiligan atburð móti eini kvinnu, skrivar Ekstrablaðið.
Talan er um Thomas Hav, sum í novembur varð afturvaldur sum limur í regionsráðnum í norðurjyllandi fyri danska Javnaðarflokkin. Nú er hann kortini farin úr flokkinum.
Sjálvur sigur hann við Nordjyske, at orsøkin til, at hann er farin úr flokkinum, er at hann er ónøgdur við teir nevndarsessir, flokkurin hevur tillutað sær. Tí hevur hann valt at melda seg úr flokkinum, fyri at fáa størri ávirkan á annan hátt.
Tingbólkaformaðurin í Javnaðarflokkinum í norðurjyllandi hevur tó eina aðra frágreiðing.
- Har er eitt mál við einum kvinnuligum floksfelaga, sum vit hava fingið eina klagu um. Hon hevur sjálv klaga umvegis okkara floksskrivara, sigur Mogens Nørgaard, tingbólkaformaður. Hann sigur, at klagan varð handað teimum fyri einum mánaði síðani.
Síðani hevur tingbólkurin roynt at fáa Thomas Hav at trekkja seg úr ráðnum, men hesum hevur hann noktað og hevur í staðin meldað seg úr flokkinum.
Talan skal vera um óhøviskan málburð og ikki fysiskan kynsligan ágang.
- Eg vil ikki siga annað, enn at tað er ein spurningur um málbrúk. Vit hava onga ábending á, at talan er um nakað annað enn eitt málbrúk, sum ikki er í samsvar við virðini hjá Javnaðarflokkinum, sigur hann. Hann vil tó ikki siga meiri um, júst hvat málbrúkið er.
Thomas Hav noktar fyri ákærunum, men vil ikki svara Ekstrablaðnum, tá tey spyrja um klaguna ella um áheitanirnar um at taka seg úr ráðnum.
- Hetta er ein politisk avgerð. Mínir veljarar hava biðið meg fáa sum mesta ávirkan. Hetta er bara ein spurningur um politikk. Eg havi meldað meg úr flokkinum fyri at fáa størst møguliga ávirkan á annan hátt. Eg eri settur í heimin fyri at føra politikk, sigur Thomas Hav.