Metroin eisini álopin

Mynd úr metroini.

Alt bendir á, at yvirgangsfólk hava lopið á belgiska høvuðsstaðin Brússel í morgun.


Mett verður at tvær spreingingar í flogvøllinum hava kravt ellivu mannalív, og nú skriva belgiskir fjølmiðlar, at eisini metrostøðini Maelbeck í Brússel, ið liggur 300 metrar frá ES-høvuðsstøðini, er álopin.


Seinna álopið hendi minni enn ein tíma aftaná álopið í flogvøllinum.


Óvist er um hvussu nógvar bumbur talan er um. Belgiskir miðlar skriva, at talan er millum eina og fýra bumbur, og myndir frá staðnum vísa, at nógvur roykur kemur upp frá støðini.


Myndugleikarnir í Brússel upplýsa, at metroin nú er stongd, umframt at trygdarstigið í býnum er hækka til hægsta støðið. 

Mynd úr metroini.