Vinstri er fyrsti flokkur, sum nú klokkan 8 hittir forkvinnuna í Javnaðarflokkinum, og eftir ætlanini eru tey Radikalu síðsti flokkur, sum skal hitta Javnaðarflokkin í dag. Tað eru settur 40 minuttir av til hvønn flokkin. Áðrenn morgunmatin møtir Vinstri, síðani Dansk Folkeparti, SF og Eindarlistin.
Eftir morgunmatin koma Nye Borgerlige, Alternativet og Liebral Alliance og út á kvøldið verða tað so tey Konservativu og Radikale Venstre.
Umframt Mette Frederiksen verður politiski framsøgumaðurin, Nicolai Wammen, og formaður Javnaðarfloksins á tingi, Henrik Sass Larsen við á fundinum.
Í gjár varð Mette Frederiksen eftir drotningaumfarið vald til »kongaligan kannara«.
Málið er at skipa eina stjórn við Javnaðarflokkinum einsamøllum, legði Mette Frederiksen dent á í gjár.
Hon hevur tó fingið fleiri krøv frá teimum Radikalu, SF og Eindarlistanum, har fleiri eru treytaleys.
/ritzau/