Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur í kvøld úttalað seg fyrstu ferð eftir álopið í Keypmannahavn í gjár.
- Eg eri kedd og skakað yvir hendingina, men likamliga havi eg tað gott, sigur hon við danskt sjónvarp.
Hon vísir á, at fyri einaferð skyld tørvar henni frið, bæði fyri likam og sál, og henni tørvar at vera saman við familju síni.
Ein 39 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur í málinum. Í dag varð hann varðhaldsfongslaður fram til 20. juni.
Á rættarfundinum í dag skal maðurin hava sagt, at hann var fullur og angrar at hava sligið forsætisráðharran.
- Álopið varð ikki lagt til rættis, verður hann endurgivin fyri at hava sagt.
Løgreglan í Keypmannahavn heldur eisini, at talan var um eina spontana atgerð hjá tí 39 ára gamla í Keypmannahavn.
Lesið eisini: https://www.in.fo/news-detail/mette-sligin-a-goetuni-i-keypmannahavn