– Eftir mínum sjónarmiði má tað ikki koma eitt A4 ark ímillum USA og Evropa.
Soleiðis sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, eftir at hon hósdagin hitti amerikanska forsetan, Joe Biden, eins og ríkis- og stjórnarleiðarar úr hinum norðurlondum á toppfundi í Helskinki í Finnlandi.
Á fundinum løgdu USA og norðurlond dent á, at tey í stóran mun hava somu felags virði og somu hugsan um heimin. Og tað skal halda fram – eisini sjálvt um Svøríki og Finnlandi koma við í Nato og londini í Evropa harvið eru betri før fyri sjálvi at varða av egnari trygd. Tað gjørdi Mette Frederisen greitt eftir fundin.
– So leingi eg siti sum forsætisráðfrú í Danmark, so flyta vit okkum ikki burtur frá USA. Ein hvør slík umhugsan er skeiv. Høvuðsorsøkin til, at vit liva í einum frælsum, fólkaræðisligum og opnum samfelag er USA. Og soleiðis hevur tað verið síðani fýratiárini.
– Men tað merkir ikki, at vit evropar ikki skulu kunna meira sjálvi. Tað skulu vit í mun til egna verju og egna trygd, sigur Mette Frederiksen.
Hon sipar til, at stjórnin og ein breiður meiriluti í Fólkatinginum ætlar at brúka 143 milliardir krónur eyka til verjuna næstu tíggju árini. Tað skal føra Danmark upp á at brúka minst tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna, sum er nýggja málið hjá Nato.
Saman við Norðanlondum saman í Nato gevur hetta nýggja møguleikar, heldur Mette Frederiksen.
– Eystrasalt fer eisini at broytast. Tí nú verða tað Nato lond allan vegin krings Eystrasalt. Og tað er grannaøki hjá Russlandi, so tað fer at broyta nakað.
– Vit fáa nú Norðurlond, sum standa saman trygdarpolitiskt, og tað er ein stórur fyrimunur, sigur Mette Frederisken.
Hon metir, at danska ynskið um at vera tætt við USA eisini er tað, sum hini norðurlond vilja.
– Vit hava drúgva siðvenju við at vera vinarliga sinnað mótvegis USA. Nøkur norðurlond hava longu eina eitt-til-eitt verjusamstarvsavtalu viðUSA. Tað eru vit í ferð við at samráðast um fyri Danmark. So eg haldi avgjørt, at hini norðurlondini hugsa tað sama, sigur Mette Frederiksen.
Í ES verður eisini arbeitt við at økja evnini hjá Evropa at verja seg sjálvt. Millum annað við at styrkaj evropiska verjuídnaðin. Men franska ynskið um eitt nógv meira sjálvstøðugt ES, sum flytur seg alsamt longri burtur frá USA, dámar ikki donsku forsætisráðfrúnni.
Hon heldur at Nato, har USA er sterkasti limur – er garanturin fyri trygdini hjá Danmark.
– Eg eri ógvulig, ógvuliga pro-amerikonsk og pro transatlantisk. Síðani seinna heimsbardaga hevur tað vónandi verið greitt fyri øllum evropum, at vit einki kunnu gera uttan amerikanararnar.
– Tað merkir ikki, at vit ikki skulu kunna meira sjálvi. Tað skulu vit. Men eftir mínum sjónarmiði skal ikki eitt A4 ark koma ímillum USA og Evropa, sigur Mette Frederiksen.
/ritzau/