Mette Frederiksen: – Gerið alt tit kunnu, Føroyar

Danska forsætisráðfrúan er ørkymlað um gongdina í Føroyum við høga talinum av skrásettum smittaðum

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, vísti í røðu síni í áðni til Føroya og støðuna her viðvíkjandi koronasmittuni. Hon segði, at hon var ørkymlað fyri høga talinum av smittaðum í Føroyum, sum er 47, og so vísti hon eisini til Grønlands, har smittan eisini er staðfest nú.

Hon segði, at danska stjórnin hevur tætt samband við løgmann, Bárð á Steig Nielsen.

Mette Frederiksen stúrir fyri gongdini í Føroyum, og hon heitti í røðu síni á Føroyar um at seta øll tey tiltøk í verk, sum vit kunnu.

– Føroyar eru hart raktar. Setið inn nú við øllum, tit hava, segði Mette Frederiksen.