Mette Frederiksen væntar ikki fleiri afturlatingar

Koppsetingin virkar, sigur forsætisráðfrúan, men ov mong undir 40 eru ikki koppsett enn, heldur hon

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú hevði tíðindafund um koronustøðuna klokkan 13. - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark væntar ikki fleiri afturlatingar komandi tíðina, segði hjon á tíðindafundi um koronustøðuna í Danmark.

 

– Gerandisdagurin er tíbetur komin aftur flesta staðni. Og vit hava ta greiðu fatan, at vit sleppa undan fleiri afturlatingum framyvir, tí vit hava supervápnið upp á pláss: Koppsetingina, sigur Mette Frederiksen.

 

Hon sigur, at felstu avmarkingarnar í samfelagnum nú eru burtur.

 

– Tað er ein mótsetnignur, har vit nú eru. Upp á aðru síðuna hava vit Delta-brigdið, sum er tað sum higartil hevur smittað mest. Hinumegin lata vit samfelagið uppaftur. Tað kunnu vit, tí vit eru koppsett.

 

– Í dag hava tríggir av fýra dønum fingið minst fyrra prikið. Meira enn fýra milliónir eru liðugt koppsett. Tað svarar til 70 prosent av fólkinum. Tað er heilt fantastiskt, sigur Mette Frederiksen.

 

Tað eru tó ov mong undir 40, sum ikki eru koppsett, heldur forsætisráðfrúan.

 

Halda vit, at tað eru tey eldru, sum gerast sjúk, so er tað skeivt, sigur forsætisráðfrúan. Myndin er nu vend á høvdið, so nóg fleiri ung fólk seinastu mánaðirnar hava verið innløgd, sigur hon.

 

– Í Danmark er tað sjálvboðið, um vit rulla ermuna upp og faa eitt prik í øsklina. Men eg vil fegin siga tað beinleiðis við tykkum, sum enn ikki eru koppsett: Tit eru í vanda fyri at verða smittað, og tit eru í vanda fyri at smitta onnur.

 

– So syrgið fyri at koppseta tykkum fyri tykkar egnu skyld og fyri onnur, sigur Mette Frederiksen.

 

Hon vbísir á, at nógv enn eru rakt av seinfylgjum – eisini ung fólk.

 

– Vit kenna ikki allar seinfylgjurnar enn. Men tað verður mett, at tíggjundi hvør kann fáa seinfylgjur, sigur Mette Frederiksen.

 

Beint áðrenn tíðindafundin boðaði stjórnin frá, at hon hevur avgjørt at stuðla felagnum Bavarina Nordic við 800 milliónum krónum til menning av einum donskum koppingarevni ímóti covid-19.

 

Harumfamt sigur heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, at roknað verður við, at øll fáa tilboð um triðja prikið ímóti covid-19. Men nær tað verður er ikki greitt enn.

 

– Myndugleikarnir kanna nágreiniliga, nær eitt triðja prik kann gerast viðkomandi, sigur hann.

 

/ritzau/

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú hevði tíðindafund um koronustøðuna klokkan 13. - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix