Mette Frederiksen var ikki hjá drotningini

Korona í familjuni

Eftir ætlan skuldi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hittast við Margretu drotning á Amalienborg klokkan 10 í morgun, har hon skuldi kunna drotningina um, hvør skuldi vera nýggi limurin í donsku stjórini.

Men hóast miðlar og áskoðarar vórðu møtt upp uttan fyri Amalienborg, var kortini eingin forsætisráðharri. Orsøkin var, at koronuvirus er staðfest í familjuni hjá Mette Frederiksen, sigur DR.

Ístaðin ljóðaðu boðini, at drotningin verður kunnað um ráðharrarokaduna og nýggja ráðharran umvegis telefon klokkan hálvgum trý seinnapartin.

Mogens Jensen legði í gjár frá sær sum matvørumálaráðharri, og tí skuldi nýggjur - ella møguliga nýggir - ráðharrar finnast.