Mette Frederiksen: Vit í ríkisfelagsskapinum mugu halda saman

Fundur hevur í dag verið millum Bárð á Steig Nielsen, Kim Kielsen og Mette Frederiksen, har tey hava skift orð um eitt nú Arktis

Ríkisfelagsskapurin heldur saman. Tað sigur danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, sum í dag hevur verið á fundi við løgmann Bárð á Steig Nielsen og grønlendska landsstýrisformannin, Kim Kielsen. 

- Altjóða eygu hvíla í hægri mun á Arktis og Norðuratlantin. Bæði orsaka av veðurlagsbroytingum, men eisini tí Grønland og Føroyar liggja í einum strategiskum øki, skrivar Mette Frederiksen á Facebook í dag.

Tey trý hava í dag tosað um júst hetta í Keypmannahavn.

- Fyri meg er tað eingin ivi um, at tað er viktigari enn nakrantíð áður, at vit halda saman í ríkisfelagsskapinum. Tað eru vit trý til alla lukku samd um, sigur hon.