Hví tað eitur Mexiko, er okkum ókunnugt. Kanska er tað tí, at eyðkendi garðurin einaferð lá eitt fitt petti fyri Havnina. Uttan fyri lóg og rætt.
Nú liggur Mexiko mitt í tí pulserandi høvuðsstaðnum. Beint við eina høvuðsæðr, R.C. Effersøesgøtu, tætt við ítróttardepilin Gundadal, ídnaðarøkið á Hálsi og íbúðaøkið Konmansmýru. Tí er tað ikki so løgi, at stórur áhugi hevur verið fyri at keypt Mexiko.
Føroya Banki hevur nú keypt gamla bóndagarðin og hagastykkið mitt í Havnini, váttar Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.
Talan er um einar 25.000 fermetrar. Mexiko fevnir um tað ódyrkaða økið, sum røkkur frá sjálvum garðinum, suður til høvuðsskrivstovuna hjá Føroya banka við SMS og eystur ímóti Konmansmýru.
Hetta er eitt gott stykki, og spurningurin er, hvørjar ætlanir bankin hevur við tí.
? Vit hava onkrar ætlanir, men tær eru ikki ítøkiligar, og tí fara vit ikki út við teimum enn, sigur Janus Petersen.
Føroya Banki hevur tveir høvuðsbygningar í høvuðsstaðnum, og ongar ætlanir eru um at fara úr teimum, leggur stjórin dent á. Hann vísir samstundis aftur, at ætlanin er at fara undir íbúðabygging ella aðra bygging.
Spurdur, um tað er rætt av Føroya banka at leggja jørð inn undir seg miðskeiðis í Havnini, har plásstrot er frammanundan, vísir Janus Petersen hesum aftur.
? Vit hava ongan áhuga at leggja inn undir okkum. Tvørturímóti hava vit gjørt tað øvugta. Vit hava ikki viljað átt, og tí hava vit selt fleiri ognir síðstu árini, millum annað eina trøð á Argjum. Eftirhondini eiga vit næstan onki. Tú kanst kanska siga, at talan er um eina íløgu, tí vit hava keypt fyri at síggja, hvørjir møguleikar liggja í hesum, men vit leggja ikki inn undir okkum, sigur Janus Petersen.
Bankastjórin vil ikki siga, hvussu nógv bankin hevur latið fyri Meksiko. Tað er ein upphædd, sum liggur millum bankan og seljaran, sigur hann. Eitt tal, sum er komið Sosialinum fyri oyrað, er 12 milliónir krónur. Men tað vil Janus Petersen hvørki vátta ella avsanna.
Myndatxt:
Mexiko lá uttan fyri lóg og rætt. Nú liggur tað beint við eina høvuðsæðr í Tórshavn, og tí hevur Føroya banki keypt
Mynd: Jens K. Vang