MFS kannar lestrar- og starvslestrar møguleikar í USA. Fríggjadagin 17. mai hittust Birita í Dali, forkvinna í MFS, Marjun Lindarstein úr Keypmannahavnarnevnd MFS og tvey umboð fyri Sendistovu Ameriku í Danmark, Vibeke Musgrave og Travis Sevy.
MFS hevði tikið stig til fundin fyri at kanna møguleikar hjá føroyskum lesandi í USA.
Á fundinum greiddu MFS umboðini frá um felagið teirra lesandi, um støðuna í Føroyum sum heild í sambandi við útbúgvingar og lesandi.
Umboðini frá Amerikonsku Sendistovuni vístu á, at USA er áhugað í føroyskum lestrarviðurskiftum. Fyrrverandi Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Laurie S. Fulton, var nevniliga eisini gestur á einum MFS tiltaki í fjør, har hon greiddi frá lestrarmøguleikunum hjá føroyingum í USA.
Umboðini frá Amerikonsku Sendistovuni høvdu serliga við mentan og útbúgving at gera, og vóru tey eisini sinnað at styrkja sambandið við Føroyar og at luttaka á kjaktiltaki hjá MFS, upplýsir MFS í skrivi á heimasíðuni.
Á skránni til fundin vóru eisini starvslestrarmøguleikar, og Amerikanska Sendistovan søkir støðugt eftir lesandi, ið ikki eru amerikanskir borgarar, og her hava føroysk lesandi møguleika at søkja, sigur MFS.
Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá Meginfelag føroyskra studenta, mfs.fo
Á myndini frá vinstru, Marjun Lindarstein, keypmannahavnarnevnd MFS, Birita í Dali, forkvinna í MFS, Vibeke Musgrave og Travis Sevy frá Sendistovu Ameriku í Keypmannahavn