Meginfelag Føroyskra Studenta í Keypmannahavn hevur nú gjørt av, at lesandi uttanfyri Føroyar skulu hava betri møguleikar at skráseta seg til næsta val.
Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at tað mánadagin gjørdist greitt, at einans 128 útisetar hava skrásett seg til løgtingsvalið, nú einans fáir dagar eru eftir inntil freistin er úti.
Hetta merkir, at áleið 1000 atkvøður ganga leysar í eitt nú Danmark, men tað hevur MFS sett sær fyri at broyta til næstu ferð.
Eitt miðvíst arbeiði hevur verið gjørt seinastu vikurnar fyri at fáa lesandi at skráseta seg til valið, og spennandi verður at síggja hvussu nógv lesandi hava atkvøðurætt, tá ið avtornar.
MFS kannar nú tveir møguleikar: Annar er, at tey lesandi kunnu skráseta seg gjøgnum stuðulsumsóknina til Ferðafrádráttin, og hin er, at ein heimasíða verður sett á stovn, har tey lesandi beinleiðis kunnu skráseta seg, og eisini kunnu leggja sína lestrarváttan elektroniskt.
Hesar broytingar kunnu tíverri ikki náast til hetta valið, og tí fegnast MFS um, at fimm floksformenn hava tikið sær stundir at møta teimum lesandi í Keypmannahavn, og harvið stimbra áhugan fyri føroyskum viðurskiftum og Føroyum sum heild, so eisini áhugin fyri at skráseta seg til val og velja gerst so stórur sum møguligt.
Tað er 13. oktobur, at Føroyahúsið verður karmur um eina formansrundu.
Mynd: Janus Ortind