MFS ? Lestrarkunning 2003

Í viku 6 og 7 skipar MFS fyri einari lestrarvegleiðing fyri miðnámsskúlanæmingunum í Føroyum. Endamálið við vegleiðingini er at kunna tey ungu um víðari lesnað. Harumframt verður greitt frá ymsum fíggjarligum, socialum og praktiskum viðurskiftum. At enda fáa næmingarnar høvi at spyrja inn til ymisk viðurskifti, ið hava serligan áhuga.
Ferðaætlanin hjá MFS sær í ár soleiðis út (sí talvu niðanfyri):
MFS-vitjan 2003, vika 6 & 7
Mánadag 03.02.02Fiskivinnuskúlin í Vestmanna 10:00-12:00
Týsdag 04.02.02HF-skeið og studentaskúlin & Handilsskúlin á Kambsdali 09:00-11:00
Týsdag 04.02.02HF-skeið og Tekniski Skúlin í Klaksvík 13:00-15:00
Mikudag 05.02.02HF-skeið og Studentaskúlin í Hoydølum 13:00-15:00
Mánadag 10.02.02Handilsskúlin í Havn
13:45-15:30
Týsdag 11.02.02Miðnámsskúlin í Suðuroy ? Vágur 13:00-14:25

Framløgufólk eru Guðrið Weihe og Annika Helgadóttir Joensen. Báðar eru við í MFS-Ráðnum og lesa ávikavist stjórnmálafrøði og sálarfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn.
Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni tekur eisini lut í lestrarkunningini. Hann fer at kunna um víðari lesnað uttanfyri Danmark.
Tú kanst fáa meira at vita um MFS á heimasíðuni www.mfs.fo