Kunningartiltak
Runavík:
Komandi mánakvøld tann 15. apríl klokkan 19.00 fer Hans Holm, fyrrverandi lektari á Føroya Læraraskúla, at seta spurningin, um tað verður friður í Miðeystri í okkara tíð.
Spurningurin verður settur í almennum fyrilestri í býráðssalinum í Runavík, og Hans Holm ætlar sær sjálvur at royna at svara spurninginum, sum so mong undan honum hava sett sær sjálvum og øðrum.
Hans Holm fer at leita eftir upprunanum til stríðið, sum í dag er millum ísraelar og palestinar, og man hann ivaleyst fara heilt aftur í Gamla Testamenti, har av mongum verður hildið, at Ábraham gamli sjálvur er orsøkin til standandi stríðið.
Tað var hann, sum átti synir við bæði konu og trælkonu og rak trælkonuna Hagar, við soninum Ísmael, á dyr, meðan Sára og Ísak vórðu verandi eftir heima.
Ísmael, stakkalin, fekk tann spádóm, at hann skuldi vera .....» maður líkur villiasna; hond hansara skal vera ímóti hvørjum manni, og hvørs mans hond ímóti honum; hann skal ikki víkja fyri nøkrum av frændum sínum.«
Arabar siga seg stava niður frá Ísmael, meðan jødar hinvegin meta Ísak í sínum parti. Báðir eru ættaðir frá Ábrahami og soleiðis frændur. Og ikki skal Ísmael víkja fyri nøkrum av frændum sínum.
Spennandi verður at vita, hvussu Hans Holm í fyrilestri sínum fer at greina hetta standandi stríðið har niðri.
Tað er Kunningarstovan í Saltangará, sum skipar fyri tiltakinum í býráðssalinum mánakvøldið klokkan 19.00
Mynd - Krígsmynd úr Miðeystri