Í sambandi við at Miðflokkurin í ár er 15 ár, hugleiddi Tordur Niclasen um søgu og uppruna floksins Tordur Niclasen, ein av stovnarum og eisini fyrrverandi tingmaður floksins, greiddi á landsfundinum frá uppruna og søgu Miðfloksins frá stovnanini í 1992 og fram til dagin í dag.
Hann hugleiddi um týdningin, flokkurin hevur í føroyska politiska landslagnum og fyri tann einstaka. Ikki minst hvussu týdningarmikið tað er, at tað er ein flokkur, sum í einum og øllum byggir sínar avgerðir á kristnu siðavenjuna. Í Miðflokkinum er tað skriftin, ið er avgerandi, tá talan er um etiskar og moralskar spurningar ? og ikki samvitskan hjá einstaka tingliminum.
Tordur nevndi sjálvandi eisini fyrstu nevndirnar í flokkinum og í lokalfeløgunum. Eisini varð nomið við nøkur av punktunum í stevnuskrá floksins, og hvussu tey í øllum førum bygdu á orð Bíbliunnar.
Í hvønn mun skal kristna grundarlagið vigast upp ímóti fíggjarligu og politisku málunum, var ein av spurningunum, ið Tordur setti í hugleiðingum sínum.
Og eisini Tordur, eins og so nógv av teimum mongu, sum tóku orðið á landsfundinum, takkaði hann tingmonnum floksins fyri dygdargott arbeiði ? sum hann eisini takkaði Karsteni Hansen fyri, at hann nú telist millum tinglimir Miðfloksins: - ein avgerð, ið kravdi stórt mót, sum hann málbar seg.
Síðani endaði hann við at fegnast um, at flokkurin nú hevur tríggjar tinglimir heldur enn tveir.
Tað grør um gangandi fót!