Miðlahúsið og blaðheimurin

Tað man vera ivasamt, um nakað føroyskt blað hevur ligið so væl fyri og havt so góðar umstøður sum Sosialurin, nú flutt er inn í handilshølini hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni. Hetta er í sjálvum býarkjarnanum, har nógv fólk er at hitta hvønn einasta dag, sjófólk, útróðrarmenn og serliga landkrabbar. Her eru handlar, hotell, Tinganes í nánd og Tinghúsið og Undirhúsið eitt hanagleiv burturi. Útsýnið á Vestaruvág lyftir sinnið upp á teimum, sum her starvast. Og stutt er hjá javnaðar- og øðrum tingmonnum at gera eitt rend oman á blaðið at fagna blaðstjórum og blaðfólkum fyri dygdargott arbeiði. Ella kanska fyri at - grenja eitt sindur, tí teir ikki eru slopnir nóg væl upp í part, hvør veit?
Rætt skal vera rætt: heilt nýtt fjølmiðlaøki er tað ikki, her niðri í Havnini. Dimmalætting helt í mong Harrans ár til í Erling Jalsgøtu, beint oman fyri Tryggingarfelagið Føroyar, og 14. September var somuleiðis í mong ár á Bryggjubakka, í syðra enda á húsinum hjá Fiskimannafelagnum, har sum handilin Glæman nú er. Tann triði fjølmiðilin á leiðini var Útvarpið, sum húsaðist á Bryggjubakka í útivið fjórðings øld.
Trupulleikin á Dimmalætting og Fjúrtanda var, at bløðini skuldu hava prentsmiðju í sama húsi, sum redaksjónin var í ár. Dimmalætting hevði eini hampiliga stór hús, men helvtin av tí fór til prentsmiðjuna. Fjúrtandi hevði smá hølir, og meginparturin fór til prentsmiðjuna. Sjálv redaksjónin helt til í einum kurpali.
Nýmótans tøkni ger, at hesum sleppur Sosialurin undan í teimum nýinnrættaðu, snotuligu hølunum í Vágsbotni. Har er ongin gangur av einari pressu, onki svans av svertu, einki pappírsórudd. Har eru bara skrivstovur, skriviborð, teldur, Internet, telefonir, køkur, kantina, fundarhøli og mangt annað flott. Har eru umstøðurnar at gera eitt blað av teimum bestu. Minst líka góðar sum á Dimmalætting, sum annars fekk skilt prentsmiðjuna og blað- og bókaarbeiði væl hvørt frá øðrum, tá flutt var í tey stásiligu húsini á Smyrilsvegi. Munurin á umstøðunum hjá báðum bløðunum í dag man ikki vera annar enn tann, at Sosialurin liggur í einum meira livandi umhvørvi enn Dimmalætting - og Útvarpið.
Tøknifrøðin ger tað ómøguligt at samanbera blaðútgávu í dag og so blaðútgávu bara fyri góðum 30 árum síðani. Tá byrjaði tann nýggja tøknin at vinna fram, og tað bar til at gera bløð við størri síðutali og fleiri myndum. Hóast nógv betri tøknifrøði er blaðheimurin vorðin fátækari á tann hátt, at færri bløð koma út. Alt gerst av tí sama meira einsrættað.
Fyri sjálvstýrisvongin í føroyskum politikki má blaðsøgan sigast at vera ein sorgarsøga. Fara vit 100 ár aftur í tíðina vóru tað tvær avvísir, sum domineraðu føroyska blaðmarknaðin: Dimmalætting, sum kom út fyrstu ferð í 1878, og Tingakrossur, sum kom í 1901. Tá føroyskur politikkur varð býttur sundur í ein Sambandsflokk og ein sjálvstýrisbólk í 1906, gjørdust hesi bæði bløðini flokspolitisk. Dimmalætting gjørdist sambandsblað, Tingakrossur sjálvstýrisblað.
Munurin á bløðunum sást longu í heitinum: Dimmalætting var "Amtstidende for Færøerne", meðan Tingakrossur hevði undirtittulin "frisindet politisk og oplysende ugeblad". Eg veit tað ikki fyri vist, men mær er sagt, at Tingakrossur hevði størri upplag enn Dimmalætting tey fyrstu árini eftir, at hann kom út á fyrsta sinni.
Í dag - ja, í dag er Dimmalætting framvegis annað av landsins stóru bløðum, meðan Tingakrossur er farin fyri bakka.
Onnur politisk bløð vóru blaðið hjá Javnaðarflokkinum Føroya Social-Demokrat, sum kom fyrstu ferð í 1927, og fólkafloksblaðið Dagblaðið, sum kom fyrstu ferð í 1934, og sum tey fyrstu árini kom út 6 ferðir um vikuna. Tað var eitt satt roysni. Hesi bløðini vóru avgjørd floksbløð og høvdu tí avmarkað upplag so leingi, tey vóru tað. Tó skal viðmerkjast, at Dagblaðið hevði eitt hampiliga stórt upplag í sjeyti- og áttatiárunum, meðan Óli Breckmann var blaðstjóri, hóast blaðið framvegis mest hevði politiskt innihald.
Í 1947 kom 14. September á marknaðin og var líka politiskt blað sum tey undannevndu. Men í seinnu helvt av sjeytiárunum fekk blaðið ta fyrstu offsett-prentsmiðjuna í landinum. Nýggj tøknifrøði og nýggir møguleikar. Tað økti eisini um upplagið, sum kom upp um 3.000. Men sum ikki einaferð í Tjóðveldisflokkinum endaði alt í rumbli og roki, og nú eru nøkur ár, síðani Fjúrtandi fór fyri bakka eins og Tingakrossur og Dagblaðið.
Sjálvstýrisvongurin hevði einki blað eftir. Tær óheftu Fregnir heltu sjálvstýrisvegin, men eisini tann royndin var stutt.
Burtursæð frá teimum fyrstu árunum í 20. øld var Dimmalætting mestsum einaráðandi á marknaðinum, hvat upplagi viðvíkti. Einasta blað, sum gav Dimmu ein skarpan gang í upplagi, var tað politiskt óhefta Tíðindablaðið, sum kom út í 11 mánaðir frá mars 1974 til februar 1975. Upplagið hjá Dimmalætting var tá 9.000 bløð. Tá Tíðindablaðið gavst, var upplagið 6.700 bløð, harav 4.000 haldarar.
Nú fór Sosialurin so við og við at taka seg fram. Roynt varð at gera blaðið meira óheft av Javnaðarflokkinum, og tí var heitið "Sosialurin" broytt til "Tíðindablaðið Sosialurin". Hetta tóktist at geva vinning, men fyri nøkrum árum síðani sleptu teir aftur orðinum "Tíðindablaðið". Hví tað mundi vera, duga onnur betur at greiða frá enn eg.
Greitt er tó, at bæði Dimmalætting og Sosialurin hava gjørt sær ómak við at gerast leysari av Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Dimmalætting hevur altíð fíggjarliga vera leys av flokkinum. Tað hevur Sosialurin ikki. Kortini kann vist sigast, at hendan gongdin hevur í upplagi gagnað Sosialinum mest. Sambært teirra egnu upplýsingum verður Sosialurin nú prentaður í fleiri eintøkum enn Dimmalætting, sum hevur havt heldur nógv reyð tøl niðast á roknskapinum tey seinnu árini.
Týskvøldið prátaði eg í telefon við ein mann um mangt og hvat. Einaferð sigur: - Og nú fáa vit Dimmalætting ókeypis inn um dyrnar.
Og løtu seinni skoytir hann uppí: - Eg vænti, at Dimmalætting fer skjótt at snara lykilin um!
Tað er ringt hjá mær sum tjóðveldismanni at gráta, um Dimma noyðist at gevast. Og dó. Hóast øll góðynski fyri Sosialin í nýggja Miðlahúsinum í Vágsbotni, vóni eg ikki, at Sosialurin fær monopol á føroyska blaðmarknaðinum.