Miðvís herferð móti svanunum á Eiði

Avgerðin hjá Eiðis kommunu at avtaka svanaparið á vatninum og teir seks ungarnar er seinasta fetið í eini longri herferð hjá kommununi móti svanunum.

 

Svanaparið kom til Eiðis í mai 2007 og fekk á fyrsta sinni ungar á sumri 2008. Tá komur tveir ungar undan. Árið eftir vóru ungarnir sjey í tali og síðani hava ungar verið á hvørjum ári. Ungarnir hava leita sær aðrastaðni at reiðrast, bæði í Føroyum og uttanlands, men vitja javnan á Eiði.

 

Nú verður tó eingin at vitja, eftir at Eiðis kommuna í gjár boðaði frá, at svanirnir eru avtiknir, tí teir høvdu lopið á eitt barn. Barnið fekk lukkutíð ikki mein í álopinum.

 

Fyrstu árini tyktist, sum bygdaráðið var fegið um at hava svanir á vatninum og inntil í fjør hevur kommunan givið almennan stuðul til fóður, sum borgarar kunnu geva svanunum.

 

Í fjør avgjørdi bygdaráðið tó at strika almenna stuðulin. Orsøkin var, at nú metti man, at svanirnir vóru ov nógvir og dálkaðu og illa.

- Til tíðir sita upp móti 200 svanir á vatninum, segði Jógvan í Skorini, borgarstjóri við Kringvarp Føroya 2. oktobur 2015.

 

Í samrøðuni nevndi hann eisini, at svanirnir kundu vera illsintir og vera til ampa fyri fólk og fæ.

- Nú er hetta fyrsta fetið hjá okkum, segði Jógvan í Skorini.

 

Nú er líkt til, at seinasta fetið eisini er tikið.