Hesa ferð er tað rúsdrekkaráðgevin Poul Jákup Thomsen, ið fer at greiða frá um misnýtslu, og hvat foreldur kunnu gera til tess at fyribyrgja hesum.
Hoyvík er í dag ein stórur býur við fleiri túsund íbúgvum, har av stórur partur er ungdómur og børn.
Poul Jákup Thomsen fer at røða um avleiðingarnar av misnýtslu, um bólkatrýst, sjálvsvirði, ymisk sløg av misnýtslu, og hvussu foreldur aktivt og við hugburði sínum og fyrimynd kunnu medvirka til, at tann ungi kemur heilskapaður gjøgnum uppvøksturin. Til ber at seta spurningar.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.