Óli Jacobsen
------
2. partur
Við sínum nógvu børnum eigur Jørgen ein hóp av eftirkomarum. Ein abbadóttir er 96 ár gamla Hjørdis Háberg í Havn. Hon hevur greitt frá ommuni, og hvussu tað gekk til, tá ið omman og abbin skuldu fáa hvørt annað:
Omma æt Katrina Sofía og var norðan av Syðradali. Hon var bóndadóttir, og abbi var bara vanligur fiskimaður, so foreldur hennara vildu ikki, at hon skuldi giftast við honum. Abbi hevði tríggjar systrar, sum vóru giftar har norðuri á Kalsoynni, og var hann ofta har norðuri og vitjaði systrarnar. So onkuntíð, tá hann hevur verið har norðuri, hava tey nokk avtalað, nær hann skuldi koma eftir henni. Telefon var jú eingin. Hann fór so við róðrarbáti eina nátt norður. Hon tænti tá hjá prestinum á Viðareiði, so hann mátti heilt norður til Viðareiðis eftir henni. Onkur vildi vera við, at prestur hjálpti henni, so har stóð hon klár á lendingini við eini kistu, har hon hevði øll síni ting í.
Eg minnist, at kistan stóð uppi á loftinum hjá okkum har heima í Magnus Heinasonargøtu. Pápi, Jógvan, sonur Jørgen, hevði hana við klæðum, tá hann fór til skips. Inni í lokinum stóð eitt árstal skrivað. Eg haldi tað var 1784, men tað er tíverri málað útyvir tað. Nú stendur henda góða kistan hjá mær.
Jørgen og Katrina Sofía giftust so í Nes kirkju 22. juli 1862. Hann var 21 ára gamal, og hon var 22 ár. Tey hildu stórt brúdleyp, men á Syðradali vóru tey so ill, at eingin vildi koma í brúdleypið. Men tað rættaði seg eftirhondini, tí eg haldi at okkurt av børnunum blivu uppvaksin har norðuri. Tey fingu eisini heili 11 børn, sum komu til.
Abbi misti pápa sín, tá hann var 14 ára gamal. Hann var einasti sonur og mátti tí sum hálvvaksin drongur taka við sum húsfaðir.
Sum 17 ára gamal var hann við á eini vandaferð eftir lækna suðuri í Havn. Dóttir Pryde prest var vorðin sjúk, og menn vóru bidnir um at fara eftir lækna. Veðurlíkindini hava ikki verið góð henda morgun 26. september 1857, men stórur bátur við 8 monnum fór av Nesi til Havnar. Læknan fingu teir í øllum góðum umborð, men á heimferðini umkomust 6 mans. Ein genta á landi sá tilburðin. Ov lítið av fólki var eftir á Nesi, so tað mátti sendast boð út á Toftir. Men tá toftamenn komu á staðið, sótu bert 3 mans eftir á kjøli og vórðu bjargaðir: Læknin, abbi og ein sum æt Justines. Abbi, sum dugdi væl at svimja, hevði hjálpt hinum báðum uppá kjøl.
Jørgen var brandur
Kelda til restina av hesi frásøgn er Olaf Petersen, ættaður úr Saltnesi og kendur lærari á Argjum:
Kathrina Sofía og Jørgin búðu uppi á Gørðum alla ævi sína og fingu ein stóran barnaflokk, 8 synir og 3 døtur. Jørgin var óivað ein góður sonur, maður og faðir.
Jørgin á Nesi var í seinri helvt av 19. øld ein væl kendur maður. Serliga sum dúgligur útróðrarmaður, og var óivað eisini skilamaður á sjónum. Men hann bar orð fyri at leggja nógv fyri, sum mangur føroyingur gjørdi – og farið var bert í bát við árum og segli.
Tá vórðu nesmenn, sum føroyingar flestir, allir við stórum bátum um háveturin og til várróður, men um summarið róðu teir út við smærri bátum. Tá ið várróðurin var fyri, róði Nesbáturin sum oftast norð á hav. Tá ið farið var, og tað viðraði, vóru teir heila viku frá húsum og avreiddu teir fiskin, sum tað best lá fyri. Sum oftast avreiddu teir á Húsum og ofta í Vík. Í hesum bygdum hevði Jørgin nógv skyldfólk og kenningar, sum hann og bátsfelagir hansara kundu støkka inn á gólvið hjá og fáa sær eina hvíld.
Ein morgun komu teir til Víkar og ætlanin var at fara norð á hav. Jørgin fór inn á Kýrheyg at fáa teimum upp í kaggan. Húsmóðirin Elin var á fótum. Hon skuldi siga við hann: "Nú systkinabarnið, tit fara ongan veg í morgun, tit eru alt ov seinir á sjóvarfallinum, líkindini eru heldur ikki góð, og okkara menn eru langt síðani farnir".
Sáttligur, sum Jørgin altíð var, segði hann bert: "Vit ætla at rógva norð um Víkarnes og hyggja, hvussu líkindini eru".
Teir fóru so, men illveðursdagur varð. Víkarbátarnir komu aftur í øllum góðum, men teir longdust mikið eftir Nesbátinum, tí hann øtlaði nógv veðrið á landnyrðingi. Nesbáturin var tann síðsti báturin inn gjøgnum Eiðisflógvan tann dagin, og menn undraðust, hvussu fremmandi bátur skuldi koma. Jú teir høvdu bæði sett og fingið línuna aftur í bátin í øllum góðum og eisini fingið væl av fiski. Fiskin avreiddu teir á Selatrað og so aftur á Nes.
Um summarið, tá ið róð var við smábáti, og synir hansara vóru komnir so mikið til, at teir kundu koma við á bát, róði Jørgin mest út við teimum. Hvussu langt hann fór bara við 4 synum sínum hevur verið greitt frá í Dimmalætting í apríl mánað í 1960, tá ið Jóannes sonur hansara fylti 90 ár, og Jóhan Højgaard hevði havt eina samrøðu við Jóannes.
Har segði hann frá einum útróðrardegi. Teir settu línuna suðuri undir Stóru Dímun. Meðan línan stóð, løgdu teir at landi. Dánial og Dávur, sum tá vóru á 14. og 12. ári, fóru niðan á oynna at síggja seg um, meðan Ólavur og Jóannes, sum vóru yngri, fóru bert niðan á bakkan. Tá ið teir høvdu fingið línuna aftur í bátin, og tað ikki var sjóðað norð um fjørðin, lógu teir nátt í Skúvoy.
Postflutningur
At tíðin er nógv broytt við samferðslu og postsambandi prógvar ein onnur ferð. Jørgin var biðin at fara til Klaksvíkar við einum brævi og hava skrivligt svar aftur við sær. Hann fór við synum sínum við báti norður fyri Bjørg. Teir høvdu snøri við. Komnir norð á Gøtubogar, fóru teir at dyrgja eftir upsa og fiskaðu rættuliga væl. Veiðuna avreiddu teir í Klaksvík, meðan teir bíðaðu eftir svari. Tá ið teir høvdu fingið brævið, fóru teir suðuraftur. Ikki mundi Jørgin halda tað hasta við brævinum, tí hildu teir á suðurferðini út um Larvassagrynnu at fiska, og tá ið vestfallið kom aftur, fóru teir inn til Havnar við brævinum, og avreiddu hesa seinru veiðuna í Havn.
Stóran barnaflokk
Synirnir Dánjal og Dávur búsettust á Nesi. Dánjal hevði konu úr Vestmanna, hon æt Lena Haldansen. Dávur giftist inn á Kvíggjarheygg. Kona hansara var Maria Magnussen. Ólavur, Jóannes og Emil settu búgv í Æðuvík. Ólavur hevði konu úr Niðristovu á Toftum, hon æt Daniella Johannesen. Kona Jóannesar var úr Porkeri, Sarina Muller. Hon kom sum ung genta við Evensen, prósti, úr Hvalba inn á Nes. Har var Jóannes húskallur. Tey giftust og fluttu til Æðuvíkar at búgva. Hann var fyrsti maður, ið setti seg niður har.
Emil hevði eisini konu av Toftum úr Kvíggjargarðinum, Davia Heinesen. Kristoffur fór sum ungur við eingilskmonnum, og hann varð ein vælkendur trolaraskipari í Grimsby, har hann var búsitandi.
Jógvan sigldi nógv ár sum hovmeistari við "Smirli". Hann var giftur við Elisabeth úr Sumba og fluttu til Havnar.
Jørgen bygdi sær hús á Glyvrum. Hann giftist við dóttur Símun við Stein. Tríggjar vóru døturnar. Jóhanna giftist til Lambar við Jákup á Gerðinum. Tey fingu sær familjunavni Gaardlykke. Jana og Elkin giftust til Rituvíkar. Jana við tí tá vælkenda skiparanum Dánial Peter Højgaard og Elkin giftist við Elias Olsen, ið var – minnist meg rætt – ein undangongumaður tá í tíðini, tá nógvir føroyingar vóru "til lands" í Íslandi.
Mamma gamla Jørgin, sum hann nú varð nevndur, fór inn til dóttrina á Toftum, tá ið hon var vorðin gomul. Hagani doyði hon út 97 ára gomul. Tá hevði hon sitið blind í umleið 20 ár.
Vanlukkuligur pálmaleygardagur
Várið 1911 var eitt sera gott vár til veður. Skipini fiskaðu flest øll undir Føroyum og sigldu nógv inn á Skálafjørðin eftir agni. Og nógv vársild var at fáa har. Tá áttu bæði Thomsen á Tvøroyri og Dahlamenninir í Vági íshús við sildagoymslum á Skálafirði. Jørgin røkti eisini sildagørn. Ein morgun høvdu teir fingið rættuliga væl, teir vóru bangnir fyri ikki at sleppa av við hana har á staðnum. Jørgin fór so sjálvur fjórði norð í Kalsoynna. Hann visti, at nú var um bestu útróðrartíð á Norðhavinum og ofta treyt teimum gott agn. Jú í Mikladali sluppu teir av við tær seinastu sildirnar.
Eisini Pálmaleygarnátt høvdu teir gørn standandi og fingu eisini væl av sild, sum teir fóru til Skála við. Joen Karl Kristiansen átti stórt íshús. Áðrenn teir fóru, var avgjørt at farast skuldi til Havnar, tá ið teir komu út aftur. Farið var, men tá var komið nakað út á dagin, men veðrið var gott – eitt lot av útnyrðingi.
Tey, sum við vóru, var Jørgin, ið tá var 69 ára gamal, 3 abbabørn, børn hjá Dániali og Lenu. Hesi vóru Anna Sofía, 16 ár, Ginn, 12 ár og Óli, 10 ára gamal. So vóru 2 dreingir aftuat. Hans Jacob á Gerðinum, ið var 15 og Peter í Hoygarðinum, ið var 14 ár. Ferðin gekst væl suður, men tíðin varð stutt í Havn, tí ov seint var farið. Tað skýmdi væl, áðrenn farið var av Havnini.
Vestligur útnyrðingur var ættin, tí róðu teir niðan á Hvítanes fyri at kunna sigla um fjørðin. Teir høvdu so seglið á, men tá ið báturin var komin 1-2 snørislongdir úr landi, kom ein meldurhvirla út av landi, og teir kollsigldu. Hans Jacob og Peter slupp straks á kjøl, men Ginn sum dugdi at svimja sum fiskurin varð við at mala uttan um bátin fyri at leita eftir systrini og abbanum, men tá var vorðið rættiliga myrkt, og tey sóust ikki aftur.
Hvítanesmenn, sum hoyrdu neyðarróp teirra, komu skjótt út til teirra og bjargaðu teimum, men Ginn var so illa farin, at hann doyði. Dreingirnir, ið reddaðir vóru, vórðu væl móttiknir og vóru har náttina yvir.
Pálmasunnudag var nógv fólk komin til kirkju úti á Nesi. Fáur mundi tá hava frætt um vanlukkuna, fyrrenn tey komu í kirkju. Nesmenn vóru farnir tíðliga á morgni suður á Hvítanes. Tá ið komið var til kirkjutíð komu teir aftur við teimum trimum, ið reddaðir vóru. Gulak Jacobsen, ið tá var hjálparprestur á Nesi, fór oman á Hamar at taka ímóti teimum, og hann fór síðan niðan á Garðar. Steðgað var at fara í kirkju til prestur kom omanaftur. Tástani ringdi kirkjuklokkan, og kirkjufólkið hevði bíðað í tolni. Tað var ein minnisrík syrgigudstænasta ið varð hildin í Neskirkju hendan dagin. Undan taluni var bert sálmurin "Sí, hvør nú Jesus frøðir", sungin, og aftaná var sungið "Kom Sandheds Konge. Kristus kom, ind i min Sjæl du drager". Hesin sálmur passaði sera væl til dagin, hvar millum annað stendur í triðja versið "Kom Livets Fyrste, før min Sag / mod Gravens mørke Hære / er du mig nær, skal Dødens Dag / en Palmesøndag være".
Tað varð leitað og rikið bæði seinnapart sunnudagin og teir fylgjandi dagarnar, men líkini vórðu ikki funnin. Nakrar dagar aftaná kom Kristoffur inn við trolara sínum, eisini hann setti trolið nakrar ferð men við sama úrsliti.
Langafríggjadag fór Ginn til gravar. Tað var eitt stórt líkfylgi, sum kom oman av Gørðum og vísti honum, og teimum, teirra seinasta heiður. Tá ið kistan varð sídd niður, steig Gullak Jacobsen prestur fram á gravarbakkan og talaði troystarrík orð og minti millum annað á, hvat ið stendur skrivað í Opinberingini: "at Havet også skal afgive sine døde", og prestur endaði við at lýsa Guds signing bæði yvir honum, ið fekk loyvi at hvíla í vígdari jørð, og teimum, sum høvdu fingið teirra vátu grøv útfyri Hvítanesi. Meðan grøvin var kastað til varð sungin sálmurin “Som den gyldne Sol frembryder”.
Tá ið grøvin var kastað til og áðrenn farið var av grøvini, varð sungið, sum siður var, hesi bæði vers:
1. "Nu lader vi dennem sove i Fred.
Vi gaar hver hjem til sit Sted
og ... og til ...,
thi føden kommer og er ej seet.
2. Dertil hjælpe os Kristus vor Trøst,
som med sit Blod haver os forløst,
fra Djævelens Magt og evige Vee,
Hannem skee Lov, Pris og Ære."
-----
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður greitt frá Dánjal Hansen úr Skálavík, sum hóast starblindur var til skips og gjørdi alt vanligt arbeiði.