Tað var eitt øgiligt drama, tá ið 8-mannaførini fyri fyrstu ferð nakrantíð kappaðust á 2000 metra teininum í FM kapping. Argjabáturin og Miðvingur vóru í sera tættari kapping á Sundalagsstevnu í Hvalvík, og tað var Miðvingur, sum vann. Argjabáturin var í Klaksvík, og tað ber við sær, at hesir báðir bátarnir liggja stavn um stavn í kappingini um FM heitið.
Tað var fasinerandi at vera eygnavitni. Meðan Gullbrandur úr Fuglafirði beinanvegin datt aftur um hinar báðar bátarnir, so fylgdust hinir báðir. Munurin teirra millum var leingi minni enn ein skutur og oftast minni enn ein hálvur skutur. Argjabáturin tóktist leingi at vera fremri, men tá ið teir fóru undir endaspurtin, eftir at hava róð langa teinin, vóru teir á Miðvingi drúgvari, og tá ið teir fóru um málstrikuna av munurin meiri enn ein hálv bátslongd.
1 Miðvingur 09:52.16
2 Argjabáturin 09:54.08
3 Gullbrandur 10:16.16
Støðan
1 Argjabáturin 13
2 Miðvingur 13
3 Gullbrandur 10