Miðvingurin Sonny Johansen hevur fingið heiðursmerkið, Det Massmannske Legats Medaille, á ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Bæði drotningin, umboð fyri býráðið í Keypmannahavn, umboð fyri ymisk ráðharraráð og danska útbúgvingarverkið, vóru til staðar, tá ið miðvingurin fekk heiðursmerkið og eitt legat uppá 30.000 krónur.
Eisini vóru fleiri oddafólk í danska vinnulívinum og í donskum politikki, hjástødd.
Legatið skal brúkast sum ferðalegat í sambandi við víðari útbúgving.
Aftaná handanina bjóðaðu Haandværkerforeningen i Kjøbenhavn, Københavns Tekniske Skole og TEC, Sonny Johansen og tveimum næstringum, í Tivoli.
Orsøkin til henda heiður er, at Sonny síðst í mars var Sonny liðugur við útbúgving sína sum Múrari.
Á sumri í 2009 fekk hann stóran skaða í hondina og eingi útlit vóru fyri, at hann nakrantíð kundi verða múrari.
- Men við áhaldni og einum positivum anda, stríddi hann seg til at fáa hondina so sterka aftur, at hann, hóast fleiri spengur eru avkvettar, kláraði at gera útbúgving sína lidna við góðum úrsliti, og nú arbeiðir sum múrari.
Á hvørjum ári verða tey bestu innan allar útbúgvingar í Danmark heiðrað og í múrarayrkinum varð Sonny heiðraður.
Det Massmannske Legats Medaille, sum heiðursmerkið hjá handverkarunum eitur, verður latin til håndværkslærlinge, som havde udvist godt kammeratskab, flid og gode samarbejdsevner.