Tað er ikki altíð lætt at vera kendasta músin í heiminum. Ein saudi-arabiskur sheikur kallar Mickey Mouse ?Soldaturin hjá Satan? og hann vil hava Mickey dripnan.
- Músin eigur at verða dripin, sigur presturin Muhammed al-Munajid frá í eini samrøðu við arabisku sjónvarpsrásina al-Maid Television. Sambært honum er seta mýs eld á hús og verða stýrdar av Satan.
Orsøkin til at Muhammed al-Munajid heldur Mickey vera so vemmiligan er at finna í islamisku shari?a-lógini. al-Munajid fordømir allar teknirøðir, sum seta hesi djór høgt. Søgan sigur tó einki um, hvussu al-Munajid ætlar at drepa Mickey?
Í farnu viku gav ein høgtstandandi shari?a-dómari grønt ljós fyri, at framleiðararnir handan sjónvarpsrøðir sum ?Vild med dans?, ?X-Factor? og líknandi ?ómoralskar røðir? vórðu dripin.