15 ára gamla, Sara Samson Lamhauge, sum gongur í 9. flokki í Sørvágs skúla, hevur seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing í Miðlahúsinum.
Í 9. flokki í Sørvágs skúla ganga 23 næmingar, og nú teir hava verið í starvsvenjing, hava næmingarnir verið ymsastaðni, bæði í Vágum, Havn og onkur hevur verið umborð á Norrønu.
Í Miðlahúsinum hevur Sara Samson Lamhauge skrivað greinar til In.fo, og hon hevur eisini havt onkra grein í Sosialinum. Hon dylur ikki fyri, at henni hevur dámað ógvuliga væl í Miðlahúsinum, og hon hevur upplivað nógv.
- Hetta hava verið tvær læruríkar vikur, og tað hevur verið áhugavert at sæð, hvussu arbeitt verður í miðlunum - og við fleiri miðlum í senn.
Sara Samson Lamhauge sigur, at umframt at hon hevur sitið nógv við telduna í Miðlahúsinum, hevur hon eisini verið úti saman við tíðindafólki og fotografi.
- Vit hava verið úti ymsastaðni, eitt nú á tíðindafundum, í løgtinginum, í rættinum, har mál hava verið fyri, og vit hava verið úti á kaiuni, tá okkurt hevur verið á vási.
Meðan hon hevur verið í Miðlahúsinum, hevur hon eisini upplivað, hvussu skjótt verður atborið, tá okkurt er á vási.
- Hoyra tíðindafólkini brandlúðurin ella lúðurin hjá sjúkrabilinum, verður ringt til løgregluna at spyrja, hvat er á vási, og er okkurt á vási, sum hevur almennan áhuga, fer tað beinanvegin út á In.fo.
Tá Sara Samson Lamhauge, sum hevur stóran áhuga fyri fótbólti, verður liðug við 9. flokk í summar, fer hon til heystar niður til Danmarkar á ítróttarskúla í eitt ár.