Miðlar: USA arbeiðir við at fella stjórnina á Kuba

USA leitar aktivt eftir fólki við ávirkan í kubansku stjórnini, sum kunnu hjálpa til við at fella kommunistiska stýrið í landinum áðrenn árslok.

Kuba er í síni ringastu búskaparkreppu í áratíggju. Sambært amerikanska blaðnum fer USA at gagnnýta kreppuna til at fella landsins leiðslu. (Savnsmynd). - Mynd: Norlys Perez/Reuters

Tað siga amerikanskir embætismenn við vitan um málið, sambært The Wall Street Journal.

Sambært keldunum heldur stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at búskapurin á Kuba er nær við at fella saman, og at leiðslan í landinum ongantíð hevur verið meira viðbrekin enn nú, eftir at forsetin í Venezuela, Nicolás Maduro, fyri stuttum varð koyrdur frá av USA.

Venesuela er høvuðsveitarin av olju hjá Kuba.

Sambært búskaparfrøðingum kann oljan ganga undan á Kuba innan fáar vikur, skrivar The Wall Street Journal.

 

/Ritzau/

 

Kuba er í síni ringastu búskaparkreppu í áratíggju. Sambært amerikanska blaðnum fer USA at gagnnýta kreppuna til at fella landsins leiðslu. (Savnsmynd). - Mynd: Norlys Perez/Reuters